Føroyskir útisetar svíkja Samuelskirkjuna

Um so er, at Keypmannahavnar biskuppur steðgar føroyska arbeiðinum í Samuelskirkjuni aftan á 40 ár í hesi kirkjuni, so eru tað fastbúgvandi føroysku útisetanir sjálvir, ið eru orsøkin.

Í hesum sparidøgum verða fleiri kirkjur latnar aftur, um tær vera ov lítið vitjaðar, ella um fólkatalið í sóknini minkar.

Sámuelskirkjan er ein av kirkjunum, ið er hótt, tí fólkið í sóknini er minkað úr 11.000 niður í 2.700, har minni en helvtin eru limir av fólkakirkjuni. Tað stendur kortini føroyingum í boði at halda fram við at reka føroyska arbeiði í kirkjuni. Men um undirtøkan framvegis verður so lítil, sum hon er nú, so verður tað uttan iva ein orsøk til at førtoyska prestaembætið blívur niðurlagt, siga tey í Samuelskirkjuni.

- Um so verður, so eiga føroyskir útisetar við føstum bústaði á Keypmannahavnarleiðini ikki at geva donsku myndugleikunum skyldina, men eiga heldur at takka sær sjálvum tí so lítil undirtøka hevur verið fyri arbeiðinum.

---

Hugnaløturnar byrja aftur í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København N

29. oktobur, Kl. 18:30 Hugnaløta og døgurði. Á skránni er ræstur fiskur, eplakaka og kaffi. Bergur Jacobsen fer at lesa yrkingar hjá Janus Djurhuus, og tey fara at synga nakrar av kendu sangum hansara saman við guitarspælaranum Jóan P. Jensen.

Tekning hjá Sigrid á tlf. 42247282 ella sigridwitt@gmail.com, ella hjá Hervør á 36498402

Skráin sær annars soeliðis út:

NOVEMBUR:

7., Kl. 14:00 Allahalgannaguðstænasta. Kaffi í kryptini

21., Kl. 14.00 Guðstænasta, minikonsert og døgurði. Tekning til døgurðan á tlf. 42247282 ella 36498402

DESEMBUR:

5., Kl. 14:00 Guðstænasta. Kaffi í kryptini.

12., Kl. 17:00 Konsert við Mpiri og hugnaløta og gløgg í kryptini.

26., Kl. 14:00 Jólaguðstænasta, sum eisini verður send í DR, P1 sama dag kl. 16:00. Hugnaløta í kryptini.