Føroyskir tónleikarar spæla the Eagles

Í morgin fara føroyskir tónleikarar at heiðra víðagitna amerikanska rokkbólkinum

Í morgin fara føroyskir tónleikarar at heiðra víðagitna amerikanska rokkbólkinum, The Eagles. Tað verður eitt ellivu-mannað orkestur, sum er ein verkætlan undir navninum ALBUM.

 

Tey, ið koma at framføra, eru Jens Marni Hansen, Sigrid Rasmussen, Kristel Lisberg, Søren Haugaard Pedersen, Ólavur Á Váli Olsen, Magnus Johannesen, Kim Hansen, Michael Møller Porsborg, Søren Kepler, Mikkjal Hvannastein og Jóhannus Á Rógvu Joensen.

 

ALBUM er upprunaliga ein donsk konsert verkætlan. Konsertin snýr seg um at framføra eina heila kenda LP frá 70'unum. Sama konsertin hevur verið sera væl móttikin í Danmark og nú verður eisini framført í Føroyum við føroyskum tónleikarum. Fyrra framførslan er øll Hotel California plátan, og eftir steðgin verður onnur framførslan – ein “Greatest Hits fagnaður” 

 

The Eagles bólkurin varð stovnaður í 1971 av Glenn Frey, Don Henley, Bernie Leadon og Randy Meisner. Teir eru millum allar mest seljandi bólkarnar yvirhøvur, og tað mugu vera fá, ið ikki kenna størsta hitt teirra, Hotel California. Annars hava teir hittað við m.a. Take It Easy, I Can’t Tell You Why og Desperado.

 

Talan er um tvær konsertir, sum báðar vera í Norðurlandahúsinum í morgin.