The Reykjavík Wind Quintet spældi í samstarvi við Tutl verk hjá føroyskum tónasmiðum, sum Tutl ætlaði at geva út.
Upptøkurnar eydnaðust so væl, at Quintettin metti, at roynt átti at verið at fingið svenska felagið BIS at geva út.
Svenska felagið hevur ivaleyst hildið tað sama, tí nú koma føroysku verkini út á fløgu, sum felagið gevur út.
Kristian Blak frá Tutl sigur, at sjálvsagt var tað keðiligt fyri Tutl, men spurningurin er, um tað ikki er so mikið betri fyri tónasmiðirnar, at teir hervið fáa ein góðan møguleika, tí tað er ikki so einfalt at fáa fótin fastan hjá feløgum, ið fáast við at geva út klassiskan tónleik.
Tað er hálvi føroyingurin Bernharður Wilkinson, sum leiðir orkestrið, og hann er fegin um úrslitið. The Reykjavík Wind Quintet spælir føroyska tónleikin og eisini spælir Guðríður Sigurðardóttir klaver.
Annars spæla Bernharður Wilkinson, Floyta, Daði Kolbeinsson, obo, Einar Jóhannesson, klarinett, Jósef Ognibene, horn og Hafstein Guðmundsson, bassun.
Í japan
Føroysku tónasmiðirnir, ið eru umboðarðir á fløguni, eru Sunleif Rasmussen, føddur í 1961. Edvard Nyholm Debess, føddur 1960. Kári Bæk, føddur 1950. Kristian Blak, føddur 1947. Atli Petersen, føddur 1963. Pauli í Sandagerði, føddur 1963.
Fløgan við føroyska tónleikinum verður, við útgávuni hjá BIS, givin út um stóran part av heiminum. Størsti marknaðurin sigst vera í Japan.
H.C.W. Tórgarð er umboð hjá BIS í Føroyum.