Føroyskir tónar í íslendskum útvarpi

Nú hálvur annar mánaði er fráliðin síðan Atlantic Music Event varð hildið í Íslandi, er føroyskur tónleikur enn at hoyra í íslendskum útvarpi.

Høgni Lisberg og lagið Just Dig er á A-rotatión á stóru tónleikarásini hjá Ríkisútvarpinum, Rás 2, og sostatt eitt av mest spældu løgunum í Íslandi. Men eisini Teitur og lagið Louis Louis er í rotatión, men her er talan um b-rotatión, ið merkir at lagið verðu nógv spælt, men tó ikki líka ofta sum Just Dig.

 

Umframt hesi bæði nøvnini, ið luttóku á AME er eisini ein upptøka við Jógvan Hansen úr X-Factor í b-rotatión. Talan er um lagið Hvern einasta dag.