Í annaðkvøld spælir Høgni Lisberg á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, har Knút Háberg Eysturstein hitar upp og DJ Billy The Kid spælir aftaná konsertirnar. Høgni Lisberg hevur seinast gjørt vart við seg við nýggjum videolagið til sangin »Burstin? Bubble« av fløguni Haré Haré.
Hetta sera gjøgnumarbeidda videolagi kom út stutt fyri jól og hevur millum annað verið á sæð á portal.fo. Eisini heimasíðan hjá DR hevur lagið liggjandi, og har fær tað ógvuliga góð skoðsmál og verður lýst soleiðis: »En moderne udgave af country rock, med færøsk islæt! Spændende kombination. Hold øje med den færøske sangfugl!«
»Burstin? Bubble« verður ivaleyst eisini eitt av løgunum, Høgni fer at spæla á Norðuratlants Bryggjuni í annaðkvøld. Tiltakið byrjar klokkan 21.00.