Bólkurin MonkeyRat hevur nógv at gera :- konsert í kvøld á Christiana Børneteater , á Hvonn komandi hóskvøld til VETRARJAZZ 2012 , og so í studio at gera næstu fløguna í næsta mánað.
MonkeyRat (feat. Jazz & roWan), sum koma til Føroya
í næstu viku til at spæla á VETRARJAZZ, spæla í kvøld kl 24
á Christiana Børneteater, har roWan og Pakalolo hita upp.
Tað eru sostatt føroyskir tónleikarar, ið eru høvuðsmenn í kvøld. Arnold Ludvig kenna vit og hann og Anna Iachino eru á odda í MonkeyRat og aftanfyri navnið Rowan er Róin Siggertsson. Hesi og onnur fara á pall í kvøld á Christiania Børneteater.
Kl 22 spælir roWan gittar og syngur eitt solo sett við sínum Soul-fullu
pop sangum úr tí róliga horninum.
Kl 23 spælir frálíki ungi reggea bólkurin Pakalolo við forsangarinduni,
Jasmin, sum eisini fer á pallin seinni at syngja saman við MonkeyRat.
Pakalolo eru: Jazz (Jasmin) vocals, Miland guitar, Big-B bass, MPA drums,
Joe sax, Marita - trombone (Rasmus Borðoy keys)
Kl 24 spæla MonkeyRat eitt spennadi sett við næstan øllum teimum
nýggju sangunum sum bólkurin fer at taka upp í Studio Soundscape
í næsta mánað, tá tey fara at gera næstu fløguna sum skal koma út
í summar 2012.
Manningin í kvøld er: Anna Iachino vocals, Arnold Ludvig - bass & vocals,
Alain Apaloo guitar, Jens Stoklund - drums feat. Jazz & roWan.
Til Føroya
MonkeyRat koma eisini til Føroya í næstu viku til at spæla á Hvonn hóskvøldið 26 januar til
Vetarjazz 2012: Hetta verður fyrstu MonkeyRat spæal í Føroyum við sínum
fullmannaðum bólki. MonkeyRat eru: Anna Iachino vocals, Arnold Ludvig
bass & vocals, Alain Apaloo guitar, Jens Stoklund - drums