Føroyskir svimjarar til DM

Svimjing


Í gjár fóru tríggir svimjarar hjá Havnar Svimjifelag til Danmarkar, har teir skulu luttaka í DM kappingini fyri lið.

Bogi Lenvig, sum er ein av svimjarunum, sigur við Sosialin, at hetta er ein avtala, sum er komin í lag við svimjifelagið, Brøndby Vester. Venjari hjá hesum felag er David Crawl, sum fyri tveimum árum síðani vandi Havnar Svimjifelag.

- Vit hava fingið játtað at stilla upp fyri felagið í DM-kappingunum komandi ár, og afturfyri svimja vit so við teimum í liðkappingini, sum verður nú, sigur Bogi.

Um vónirnar til kappingina tykist Bogi at vera heldur ivasamur.

- Eg veit ikki rættiliga, hvar vit flóta, tí spenið ímillum einstøku svimjararnar er sera stórt, sigur hann um støðið í donsku liðkappingini.

Umframt Boga Lenvig, er talan eisini um teir báðar, Dia Jacobsen og Jógvan Joensen.