Føroyskir svimjarar sleppa til OL

Seinasta árið hevur samskifti verið millum Ítróttasamband Føroya, Danska Ítróttasambandið, Svimjisamband Føroya og Danska Svimjisambandið, Altjóða Olympisku Nevndina, IOC, og Altjóða Svimjisambandið, FINA. Endamálið hevur verið at funnið eina smidliga loysn, ið loyvir føroyskum svimjarum at taka lut í Olympisku leikunum fyri Danska Kongaríkið, samstundis sum teir umboða Føroyar í øllum øðrum altjóða kappingum.

Ítróttasamband Føroya metir, at tá føroyskir svimjarar nú eru á einum slíkum ítróttarligum støði, at teir hava møguleika fyri at kvalifisera seg til OL, so máttu Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya velja at taka upp samráðingar við avvarandi altjóða felagsskapir.

Talan er um serskipan, og samráðingar vera í næstum millum partarnar, um hvussu praktisku viðurskiftini skulu skipast millum Føroyar og Danmark fram móti OL. Ítróttasamband Føroya fer samstundis í gongd við at arbeiða fyri at víðka skipanina til aðrar ítróttagreinir, har Føroyar hava sjálvstøðugan altjóða limaskap. Ætlanin hjá ÍSF er samstundis at arbeiða fyri, at føroyingar fáa møguleika at luttaka í øðrum tiltøkum hjá altjóða og evropeisku olympisku nevndunum, eitt nú Youth Olympic Games og European Youth Olympic Festival.

Ítróttasamband Føroya leggur dent á, at nýggja skipanin onga ávirkan hevur á áhaldandi arbeiðið at vinna Føroyum sjálvstøðugan olympiskan limaskap. Royndin at vinna Føroyum sjálvstøðugan limaskap byrjaði fyrst í 1980-unum, men higartil eru Føroyar eins langt frá olympiska limaskapinum, sum tá byrjað varð. Altjóða Olympiska Nevndin tvíheldur um regluna í Olympiska skjalinum, sum sigur, at nýggj limalond bert verða upptikin, um tey eru sjálvstøðugir statir, ið eru viðurkendir av altjóða samfelagnum.