Nú Listavirðisløn Miðlahúsins varð latin sjónleikarasystkinunum Súsonnu, Riu og Hans Tórgarð, vóru tey uttan iva mong, ið vóru samd við Jan Müller, stjóra í Miðlahúsinum, í at føroyska áskoðarafjøldin hevur mangar ríkar upplivingar at takka teimum trimum fyri.
Men eisni tey trý kenna seg heppin at vera partur av sampælinum við føroyskar áskoðarar, sum tey halda vera av einum heilt serligum slag, sum tú ikki rættiliga finnur aðrastaðni.
Ongantíð líkaglað
Føroyskir áskoðarar eru nevniliga ongantíð líkaglaðir, men hava tvørturímóti altíð eina meining um tað, tey hava sæð í leikhúsinum, staðfestir Hans Tórgarð. Hann heldur, at hetta møguliga hongur saman við, at sjónleikaumhvørvið í Føroyum er so lítið, og krøvini til góðsku harvið ofta eru høg.
- Aðrastaðni hava fólk jú altíð møguleika at fara í teatur og síggja onkran líkagyldugan leik. So hava tey verið eitt kvøld í býnum, og tað var so tað. Í Føroyum hava fólk altíð eina meining um leikin, tey hava sæð.
- Her møta vit jú eisini áskoðarunum allastaðni, og tey aftra seg ikki við at koma beint yvir til tín og siga sína hjartans hugsan, um tað, tú hevur gjørt á palli - eisini um teimum ikki dámdi tað. Tey siga eisini hví og koma so við kvalifiseraðum grundgevingum. Tað er veruliga ein gáva at fólk tora at vera so erlig, sigur Ria Tórgarð.
- So skal eisini man bara tora at taka ímóti meiningunum, sigur Súsanna Tórgarð, sum í vár ferðaðist kring landið við leikinum Nordost, og í tí sambandi kom á tal við nógvar ymiskar áskoðarar.
- Tað var ótrúligt at uppliva, hvussu glað og rørd fólk vóru, tá tey komu aftaná og takkaðu fyri leikin. Tað var veruliga eitt upplivilsi.
Sterka løtan
Júst hetta at koma so tætt at áskoðarafjøldini er nakað, ið eyðkennir leiklistina sum listagrein, vísa sjónleikarasystkinini á. Søgur kunnu jú sigast uppá fleiri mátar, men tá tær verða leiktar á palli virka tær ofta sterkari enn annars, heldur Hans.
- Tað er eisini sjálv løtan, meðan leikurin verður spældur, sum er so sterk, tí hon er bara beint her og nú - og so er tað yvirstaðið, minnir Súsanna á.
- Tað snýr seg eisini um hesa beinleiðis samrøðuna við áskoðaran, ið man hevur sum sjónleikari, har man fær høvi at bera tað fram, sum ein rithøvundur hevur skrivað, skoytir Ria uppí.
- Nettup. Og hesa løtuna kann man so vóna, at áskoðarin upplivir, at lívið verður sett í perspektiv eitt líti bil - at tey kanska síggja okkurt við øðrvísi eygum, enn tey gjørdu frammanundan, og at man kanska fær prikað hol á nakrar fordómar hjá áskoðarnum og ikki minst hjá okkum sjálvum, sigur Súsanna.
Byrjaðu sum børn
Slíkar løtur munnu Tórgarðsystkinini eiga nógvar av eftirhondini, tí longu sum børn byrjaðu tey at spæla sjónleik. Serliga Ria minnist væl, tá hon fyrstu ferð stóð á palli soleiðis ordiliga fyri vaksnum fólki, sum hon tekur til.
- Tað var, tá mamma fór til Havnar, tí hon skuldi eiga Hans. Vit spældu leikin "Hans og Greta", og eg var Greta, og Súsanna var heksin. Eg gloymi aldrin ta løtuna, tá teppið fór frá, og har sótu vaksin fólk og hugdu - og eg var Greta. Tað er ein kensla, sum hevur fylgt mær, tað má eg erliga innrømma. Eitt sindur komiskt, men harragud ...
Hans minnist hinvegin ikki rættiliga sína byrjan á palli á sama hátt sum Ria
- Tað var í øllum førum ikki eitt sovorðið fantastiskt "whauw" upplivlisi, har eg føldi, at hetta má eg bara gera restina av lívinum. Tað er meir komið so líðandi, sigur Hans, sum grunar, at áhugin nokk stavar frá at síggja pápan Axel Tórgarð sita og týða teir heilt stóru leikhøvundarnar til føroyskt.
- Vit eru uppvaksin við, allar hesar bøkurnar hava staðið á reolini. Onkuntíð hevur man so tikið tær niður av hillini og skeitt í tær, og tað má so hava rinið við uppá onkran máta.
Dreymarnir ...
Hóast umstøðurnar at arbeiða sum sjónleikari í Føroyum mangan eru strævnar og ótakksamar, forðar tað ikki teimum trimum í at droyma um eina framtíð í føroyskari leiklist.
- Okkurt bendir á, at vit fara at fáa fleiri upprunaføroysk leikrit. Eg kann vist gott avdúka her, at ein spildurnýggjur leikur hjá Jóanesi Nilsen verður settur upp einaferð í heyst. Og eg vóni veruliga, at onnur skrivandi fólk í Føroyum skjótt fáa hug at royna seg við leikritum eisini, sigur Hans, meðan systurin Ria heldur ikki er í iva um, hvat hon droymir um.
. Vit mugu hava eitt leikhús. Tað nýtist ikki at vera so øgiliga stórt og ógvusligt, men tað skal vera eitt hús, sum er Tjóðpallurin hjá øllum Føroya fólki, har vit kunnu skapa eitt veruligt leiklistarligt umhvørvið, har tey fakligu tingini innan okkara yrki henda, sigur Ria avgjørd.
- Og so hevði tað ikki verið so galið, um vit øll blivu sett í fast starv, ha? Hvat siga tit til tað? spyr Súsanna hon og hyggur uppá systkini.
- Tað hevði ikki verið av leið, heldur Ria
- Jú, tað hevði hjálpt, nikkar Hans.
Fyribils fegnast systkinini tó um, at Listavirðislønin, tey júst hava fingið, ikki bara setur fokus á tey trý sum sjónleikarar, men á leiklistina í Føroyum yvirhøvur. Tí vóna tey eisini, at uppmerksemið kann smitta av á hægri stað, so at mynduleikarnir sum játta pengarnar, kanska fara at skilja, hvussu umráðandi tað er, at hava eitt vælvirkandi leiklistalív í einum dynamiskum nútíðarsamfelagi.