Føroyskir sjúklingar í Keypmannahavn skulu fáa nýtt hotell

Verandi hotell Tórshavn í Keypmannahavn er longu ov lítið

– Vit eru farin undir tilgongdina at útvega okkum eitt nýtt sjúklingahotell í Tórshavn.

Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, við Sosialin hendan dagin.

Núverandi Hotell Tórshavn í Keypmannahavn varð útvegað í 2011, men síðani er talið á sjúklingum sum verða sendir á sjúkrahús í Keypmannahavn, vaksið so nógv, at sjúklingahotellið er longu ov lítið.

Vit kunnu ikki halda fram við hesum hotellinum leingi afturat, heldur landsstýrismaðurin.

Og tí sigur hann, at hann farin undir undir eina tilgongd fram ímóti at útvega eitt nýtt sjúklingahotell.

Men hann sigur, at fyri at bøta um trupulleikan, fyribils, kannar møguleikarnar fyri at avlasta núverandi hotell.

Hann sigur, at sjúklingar, sum heldur vilja gista á øðrum hotellum, enn á sjúklingahotellinum, fáa eitt ískoyti upp á 200 krónur um dagin til tað.

– Ein 200-krónuseðil røkkur ikki langt í dagsins samfelagi, so ein spurningur er um tað er ein loysn at hækka ískoytið, kanska upp í 500 krónur, sigur landsstýrismaðurin.

Hann heldur, at tað kundi fingið sjúklingar, sum kanska ikki eru so álvarsliga sjúkir, heldur at valt sær aðrar gistingarmøguleikar enn at gist á Hotell Tórshavn. Og í sama viðfangi hevði úrslitið so verðið, at betri pláss er á sjálvum sjúklingahotellinum.

Men landsstýrismaðurin heldir, at sama, hvat vit gera fyri at bøta um trupulleikan, slepst ikki undan at vit útvega eitt nýtt hotell hesi næstu, heilt fáu árini.

Spurningurin er so um tað skal vera eitt størri hotell, ella eitt hotell afturat, sigur hann, men í summar ætlar ætlar hann at hava fingið greiði á, hvussu farast skal fram.

– Hetta er ein útreiðsla, vit ikki, undir nøkrum umstøðum, sleppa undan, tí er ikki pláss fyri sjúklinum á Hotell Tórshavn, hava vit skyldu at útvega teimum innivist á øðrum hotellum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Sjálvur ivast hann heldur ikki í, at tað verður politiskt undirtøka fyri tí.

– Taka vit okkum ikki av okkara veikastu sjúklingum, kunnu vit illa kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, heldur landsstýrismaðurin.