Í vikuskiftinum vóru átta føroyskir súkklarar í Íslandi og kappaðust í Tour de Iceland, sum plagar at vera í september mánað.
Tríggjar kappingar vóru á skránni og føroyskir súkklarar vóru á sigursskamlinum í øllum kappingumum.
Talan var um tríggjar kappingar ? býarkoyring fríggjakvøldið, landavegkoyring sunnumorgunin og einkultstartur seinnapartin sunnudagin. Illveðrið leygardagin bar við sær, at ætlaðu kappingarnar henda dagin vórðu útsettar til sunnudagin, tá ið tvær kappingar vóru á skránni.
Í býarkoyringini fríggjakvøldið var Bogi Kristiansen í tættari kapping við Haffstein Ægir Geirsson. Hesir báðir kappaðust um gullið, og Haffstein Ægir Geirsson var fyrstur á mál.
Í landavegkoyringini sunnumorgunin fram við Hvalfirði vóru Kjartan Egholm og íslendingurin Kári Brynjólfsson fremstir fyrra partin av teininum. Men so vórðu teir tiknir aftur av Boga Kristiansen, Haffstein, Eli Christiansen, Árna M. Jónsson og Gunnari Dahl-Olsen.
Bogi og Eli hildu tørn ímóti væl stinna Haffsteini. Í seinastu brekkuni misti Eli takið. Bogi stríddist, og 200 metrar frá málinum spurtaði hann. Endaspurturin er styrkin hjá Boga, sum kom á mál eina sponn frammanfyri Haffstein.
Úrslitið fegnaðust føroyingarnir um. Eisini summir íslendingar fegnaðust um, at tað ikki var ein og sami vinnari í øllum kappingunum.
Er Haffstein stinnur í býarkoyringini og landavegkoyringini, so er hann uppaftur stinnari í einkultstartinum. Á 20 kilometrum var hann so ruddiliga fremstur og umleið tveir minuttir undan tí næsta, sum hesa ferð var sera væl upplagdi Eli Christiansen. Vinnaratíðin var 28 minuttir og 22 sekund. Tíðin hjá Eli, sum mundi súkkla besta einkultstartin nakrantíð, var 30 minuttir og 19 sekund ella umleið 40 km um tíman.
Triathleturin og rógvarin Súsanna Skylv Sørensen var einsamalt kvinnuligt umboð úr Føroyum.
Orsaka av vánaligum floglíkindum luttóku Súsanna, Eli, Torkil Veyhe, Sverri og Gunnar ikki fríggjakvøldið.
Súsanna vann sunnumorgunin landavegkoyringina, og seinnapartin vann hon eisini 20 km einkultstartin. Hon súkklaði teinin upp á 36 minuttir, og hon var umleið ein hálvan minutt frammanfyri Láru Bryndís Eggertsdóttir, sum gjørdist næstfremst.