Føroyskir súkklarar góð úrslit í Íslandi

Hetta er áttanda árið kappingin verður skipað, og er hetta ein sera væl fyriskipað kapping. Nógvir av teimum somu súkklararnir kappast í Statoil Kring Føroyar og Tour de Iceland, og tí kenna súkklararnir hvønn annan eftir rættiliga væl.

 

Hafsteinn Ægir Geyrsson telist enn millum sterkastu súkklararnar og samanlagt vann hann kappingina í ár. Haffstein vann fyrstu kappingina, ið var ein 20 km einkultstartur. Torkil Veyhe koyrdi somuleiðis ein sera góðan einkultstart og gjørdist nr. 3 tann dagin. Altso eitt bronsuheiðursmerki til Føroyar og Torkil fyrsta dagin.

Hjá kvinnum var Súsanna Skylv einaráðandi og hon vann allar tríggjar kappingarnar hjá kvinnum.

 

Næsta kappingin á skránni var landavegkoyring. Koyrt var á leiðini við Hvalfjørð og úrslitið gjørdist at Bogi Kristiansen gjørdist nr. 2 í hesi kapping. Føroyska liðið koyrdi væl henda dagin, stríddust væl og arbeiddu væl saman um at vinna liðkappingina. Taktikkurin eydnaðist væl og føroyska liðið megnaði at minka nógv um munin til íslendska landsliðið.

 

Síðsta kappingin var Criterium, ella Býarkoyring, ið kallast á føroyskum. Aftur hesu ferð høvdu føroysku súkklararnir lagt skilagóðan taktik um, hvussu henda kapping skuldi vinnast.

 

Í høvuðsfeltinum mistu ein íslendari fyri og annar eftir takið og máttu takka fyri seg. Høvuðsfeltið minkaði og tá triðingur av kappingini var runnin sótu bert Bogi, Torkil, Gunnar, Haffstein og fimm aðrir íslendingar í oddinum. Higartil hevði taktikkurin eydnast til fulnar.

 

MEN so raktið óhappið føroyska truppin. Fyrst punkteraði Bogi, og løtu seinni Torkil. Nú vóru umleið 10 km eftir á mál og nú var bara Gunnar av føroysku súkklarunum eftir. Liðkappingin kundi nú ikki vinnast, men enn bar til at vinna hesa býarkoyringina.

 

Farið var út á seinasta umgang og enn var ein føroyingur millum fremstu súkklararnar. Ein føroyingur móti seks íslendingum. Við at yvirraska og opna spurtin, eftir bólkinin alt ov tíðliga, eydnaðist tað Gunnar at koma fyrstur um málstrikuna og vinna Býarkoyringina, og sostatt gull til føroyar í síðstu kappingini.

 

Enn er kappingingarárið ikki liðugt og komandi vikuskiftið stendur FM í triathlon á skránni, ið Súsanna skal luttaka í. Síðan skal hon út í stóru verð, til Monaco at kappast í hálvum Ironman. Hon hevur her møguleika at kvalifisera seg til World Championship í Florida. Skal hetta eydnast, skal hon gerast fyrst ella nummar tvey í Monaco.

 

FM í landavegkoyring verður eisini á skránni, og tá fara Torkil, Gunnar og aðrir føroyskir súkklarar at kappast um at gerast fyrstir á teimum 100 kilometrunum.