Føroyskir rockbólkar spæla á stórum konsertum

Hesa vikuna verða tríggjar áhugaverdar konsertir kring landið. Bólkar sum Týr, Clickhaze, Hatespeech og Mold fara at spæla á hesum konsertum

Í samband við, at Plátufelagið Tutl fyllir 25 ár í 2002, verður skipað fyri ymsum tiltøkum gjøgnum alt árið.
Longu í hesi viku verða tríggjar fjølbroyttar og áhugaverdar konsertir á skránni. Hesar konsertirnar eru skipaðar í samstarvi millum Tutl, Grót og Norðurlandahúsið.
Tey, sum fara at spæla á hesum konsertum, eru Clickhaze, Týr, Mold, 200, Hatespeech og Pete Tilly & Brian Gillingam. Teir báðir seinast nevndu spæla ljóðføri úr Australia og Afrika: didgeridoo, bongo, djembe og annað.
Ymsa staðni
Fyrsta konsertin verður í Støkk-høllini hóskvøldið 10. januar klokkan 20.00. Har fara Clickhaze, Týr, Kári Sverrison og Pete & Brian at spæla.
Fríggjakvøldið 11. januar klokkan 22.00 stendur TB-húsið á Tvøroyri fyri tørni. Tá fara Týr, Hatespeech, Clickhaze og Pete & Brian at spæla.
Seinasta konsertin verður í Norðurlandahúsinum í Havn leygarkvøldið klokkan 19.30. Har verða luttakandi bólkarnir Hatespeech, 200, Clickhaze, Týr og Mold.
Bæði Mold og Hatespeech hava ikki spælt alment í fleiri ár. Hinir føroysku bólkarnir hava gjørt nógv vart við seg seinasta árið.