Rebekka Fuglø, Jan Elmar Sørensen úr Treysti og Bjørk Herup Olsen, Rúni Seloy og Jóan Karl Josen úr Bragdinum fara í morgin og sunnudagin at renna um kapp við danskar rennarar í Skive, og í hvørjari kapping standa donsk meistaraheiti í frælsum ítrótti innandura upp á spæl.
Kappast verður í ymsum aldursbólkum hjá gentum og dreingjum, umframt hjá teimum vaksnu, og út frá tilmeldingartíðunum eru góðar vónir um, at her ber til at vinna heiðursmerki ella enntá okkurt danskt meistaraheiti, tí í fleiri av kappingunum eru føroyskir rennarar tilmeldaðir við tíðum, sum eru millum tær tríggjar bestu.
Í morgin fara Bjørk, Jan Elmar og Guttorm at renna 3.000 metrar, og tá renna Rebekka, Rúni og Jóan Karl 800 metrar, umframt at Rebekka eisini er við í kappingini á 200 metrum. Sunnudagin renna Bjørk, Rúni, Jan Elmar og Jóan Karl 1.500 metrar, og Rebekka Fuglø fer at kappast á 400 metra teininum.