Føroyskir rennarar luttaka í DM

10 føroyskir rennarar skulu um vikuskiftið luttaka í innandura rennikapping í Danmark.

 

Luttakararnir úr Føroyum er Marnar Djurhuus, Einar Gregersen, Gunnar Sivertsen og Rebekka Fuglø, ið øll eru úr rennifelagnum Treysti, meðan Rúni Seloy, Regin Joensen, Katarina Høj, Sára Debesardóttir, Steingrímur Halsson og Teitur Bjarnastein eru úr Brag

 

Talan er um Danmarksmeistaraheitið fyri ung, sum fer fram í høllini "Sparbank Arena" í Skive.Kappast verður bæði leygardagin og sunnudagin.

 

Venjari hjá rennarunum úr Treystinum er Guttorm Sørensen, og hjá Bragdarennarunum eru Jógvan K. Glerfoss og Debes H. Christiansen.