Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður ein føroysk rappkonsert í Danmark, tá Swangah Dangah fara á pall á Skarv í kvøld. Tey, ið hava hoyrt bólkin, vita, at teir í Swangah Dangah dáma væl at prika og provokera og í so máta er einki broytt nú bólkurin er á síni fyrstu uttanlandsferð, sigur fyrireikararnir av konsertini í kvøld
Sambært fyrireikarunum hevur bólkurin havt ljóðroynd, sum gekk upp á stás. Við á ferðini í Danmark hava Swangah Dangah Eyðun Müller Thomsen, sum tekur sær av tekniska partinum, filmar og annars hevur tikið størsta partin av fløguni »Belials synir« upp.
Áðrenn Swangah Dangah rappa í nátt, fara tríggir danir at freestyla. Talan er um Kejser A, Rødhætte og Stefan, upplýsir Edmund S. Jacobsen í FO Invasion
Mynd (BardurDC): Frá vinstru Steen Lorentzen, Eyðun Müller Thomsen og Ragnar Davidsen til ljóðroyndina í Skarv í dag.