Føroyskir ráðgevar við í stórari grønlendskari námsverkætlan

Tvær føroyskar fyritøkur sleppa nú at royna seg í grønlendskari námsvinnu. Tær eru Sofus M. Jacobsen og KJ-Elráð, sum eru valdar út at taka sær av menningini av einum heilt nýggjum námsbýi í Grønlandi.

Føroysk vinna í útlandinum
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Grøndlendska Heimastýrið hevur givið kanadisku og svensku fyritøkunum CRAW og Minelco útvinningarloyvi til námsvinnu í Fiskifjørðinum, 90 fjóðingar norðan fyri Nuuk. Talan er um at útvinna olivin, ið er málmur, sum verður brúktur til stálframleiðslu.

Í tí sambandinum hevur ein útbjóðong verið millum 5 norðurlenskar byggifyritøkur um at byggja eina námsbygd til 50 mans. Har skulu vera íbúðir, royndarstarvstova, verkstaður, vegir og kai, orkuverk, telesamskifti, vatnveiting, kloakkskipan, oljugoymsla, tyrlupallur og brennistøð o.a.

Sjálv uppgávan var gjørd eftir sama leisti, sum tá Føroya Tele bygningurin var lagdur til rættis og bygdur. Tvs. sum Partnering. Hetta var ein av orsøkunum til,, at MT Højgaard hevur valt samstarv við føroysku ráðgevarafyritøkurnar Sofus M Jakobsen og KJ-Elráð.

MT Højgaard úr Danmark vann hesa útbjóðing í kapping við aðrar norðurlendskar byggifyritøkur, og við í tilboðnum var ráðgevingin til námsbygdina og allar teknisku veitingarnar. Tað er hesa ráðgevingina, sum føroysku fyritøkurnar Sofus M. Jakobsen og KJ-Elráð skulu standa fyri.

Samlaða verkætlanin í hesum umfarinum er uppá umleið 150 mill. Kr. Tað, sum føroysku ráðgevararnir skulu standa fyri er at byggja námdsbygdina saman við teimum teknisku veitingunum, og er hetta mett at kosta uml. 40-50 mill. Kr.



Byrja longu í summar
Nú er so skipaður ein projektbólkur við donskum, svenskum og føroyskum verkfrøðingum, sum skal skipa verkætlanina. Fyrsti parturin skal gerast í summar. Har skal fyribils kai og vegir gerast. Frammanundan er einki uttan ber hella, so alt skal gerast heilt frá byrjan. Hesin bólkurin fer komandi hálva árið at hava eitt sera tætt samarbeiði og verða arbeiðsfundir í Kiruna, Keypmannahavn, Tórshavn og Nuuk.

Í fyrsta umfari kemur verkætlanin at taka 2 ár tvs. at byggja bygdina við øllum veitingunum, umframt tað skal MT Højgaard standa fyri brotinum, har ætlanin er at fáa 120.000 tons av Olivine út í ár og 500.000 tons út næsta ár. Tá ið henda tíðin er farin skulu metingar gerast av rakstrinum av brotinum. Tá verður ein langtíðar avtala gjørd millum svensku Minelco og MT Højgaard um at reka námið í 5 ár í senn. Ætlanin er at kunna bróta 1-2 mill. tons árliga.

Tá arbeiðið er komið í gongd fara umleið 36 fólk at verða knýtt at virkseminum, og tá verður eisini møguligt hjá føroyingum at fáa lut í arbeiðinum sum starvsfólk hjá MT´Højgaard Føroyar. Ætlanin er at arbeiða í 2 mánaðir og halda frí í ein.

Tað áhugaverda í hesum landnámi er, at fyri uml. 50 árum síðani tóku føroyingar land uttast á Fiskifjørðinum, har menn vóru til útróður um sumrarnar.

At danska fyritøkan hevur valt Sofus M. Jacobsen til at vera við í uppgávuni kemst m.a. av, at fyritøkan var við til at byggja nýggja Føroya Tele og tí at fyritøkan hevði føroying í arbeiði, sum hevur drúgvar royndir at arbeiða í Grønlandi.

Føroyingar professionellir
Jóannes Niclassen, ættaður úr Miðvági og og projektleiðari hjá MT Højgaard í Danmark við ábyrgd av øllum aljóða virksemi sigur við Sosialin, at samstarvið við Sofus M. Jakobsen við Føroya Telebygninginum hevur víst, at fyritøkan var sera professionell, og at fyritøkan ikki hevur hildið seg aftur at súgva til sín vitan. Eisini vísti føroyska fyritøkan, at hennara fíggarjligu metingar við FT byggingini hildu. Og tað vóru stórt sæð eingi mistøk gjørd av teimum.

Hann sigur eisini, at SMJ hevur víst seg at vera ein fyritøka, sum man hevur álit á og sum kann gera sítt arbeiði til fulnar og til tíðina. ?Tað mest avgerandi fyri okkum, tá vit skulu velja út samstarvsfyritøkur, er, at hesar fyritøkur alla tíðina fáa sær nýggja vitan og royndir. Hetta er eisisni einasti mátin, sum kann tryggja eini fyritøku at vera við á altjóða pallinum í harðari kapping frá øðrum dugnaligum fólkum í bransjuni.

Sera spennandi
Árni Jakobsen, stjóri hjá Sofus M. Jakobsen sigur, at teir eru sera nøgdir við at hava fingið hesa spennandi uppgávuna, sum er tann fyrsta av sínum slag í útlandinum. ?Tað er áhugavert at vera við til at byggja nakað frá botni av og so eisini í útlandinum.

Um tvær vikur verður farið á eina kanningarferð til Grønlands, har umstøðurnar skulu kannast á staðnum. Árni Jakobsen sigur, at tað er eisini ein stór avbjóðing fyri tvær føroyskar fyritøkur at arbeiða saman við fleiri útlendskum fyritøkum úr Kanada, Svøríki og Danmark.

Talan verður um, at einir 5 verkfrøðingar frá teimum báðum føroysku fyritøkunum koma at arbeiða nógv við hesi verkætlan til tíðir.

-Eydnast hetta væl so kann tað vera ein lopfjøl fyri øðrum arbeiði í framtíðini eisini sigur ein fegin Árni Jakobsen.