Føroyskir profilar til Stjørnuna

Stjørnan fer eftir øllum at døma ikki hava útlendskan styrk á liðnum komandi kappingarár. Hinvegin hevur felagið longu nú tryggjað sær tilgongd av nøkrum føroyskum profilum

Hondbóltur

Føroyameistararnir úr Stjørnuni tykjast so avgjørt ikki hava nakrar ætlanir um, at onnur lið skulu fáa møguleikan at fara við gullinum komandi vetur.
Við nýggja útlendingapolitikkinum verður kanska truplari at hava tvær ella tríggjar útlendskar profilar á liðnum, og tað hevur Stjørnan eisini ásanna, men tað er so einki, sum forðar fyri, at føroyskir leikarar kunnu styrkja um hópin.
Og tað er nú mest sum greitt, at í øllum førum tvær og kanska tríggjar av teimum, sum seinnu árini hava sett sín dám á føroyskan kvinnuhondbólt, fara at spæla í reyðum komandi veturin.
Fríða Petersen hevur higartil vart málið hjá Kyndli, og hóast tað ikki gekst Kyndli væl seinasta vetur, so hevði hon so avgjørt onga skuld av hesum, og í Challenge-Trophy kappingini í Italia prógvaði hon so sanniliga eisini, at hon hoyrir heima millum avgjørt bestu málverjaranrir í kappingini.
Saman við henni hevur Stjørnan eisini fingið hendur á Annikku Thomsen, sum er uppvaksin í Neistanum, men sum seinastu árini hevur leikt við Kyndli. Annika hevur kanska ikki verið heilt so sjónlig tey bæði seinnu árini, men at hon hevur eitt skot sum fáar, er einki dulsmál, og kanska týdningarmest av øllum, so er hon eisini lámur, og slíkar hanga ikki á trøunum í føroyskum hondbólti.
Eisini hevur ljóðað, at Beinta Joensen, sum í fjør leikti við StÍF, men sum annars hevur røkt vongplássið hjá Tjaldri, skal koma til Klaksvíkar, men hetta er so ikki komið endaliga í lag enn, skilst.

Bíða til jóla
Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni, er sum vera man væl nøgdur um, at tað hevur eydnast at fáa fatur á hesum leikarum, og hann staðfestir eisini, at Stjørnan aftur í ár miðjar móti oddinum.
- Sum støðan er vorðin við útlendingum, so kann tað tó verða trupult at taka tvær ella tríggjar profilar inn á liðið, tí í seinasta enda kann felagið standa við eini stórari rokning.
- Tí hava vit eisini tikið avgerð um, at fyri fyrst hava vit ikki sent boð eftir Katarinu Stepanoc og Lidiu Vljavic, sum í vár vóru við til at vinna gullið, sigur hann. Men hann leggur so eisini dent á, enn hava tey tó ikki heilt avskrivað møguleikan fyri útlendskum styrki.
- Tað veldst um so nógv, men hinvegin hava nýggju reglurnar gjørt, at tað - um felagið vil rinda nóg nógv ? er skjótari at fáa leikarar til landið. Tí verður tað nokk soleiðis, at vit í fyrsta umfari vilja bíða, til grundspælið er liðugt. Fram til tá ræður fyrst og fremst um at halda seg nøkunlunda í oddinum, áðrenn stigini av álvara fara at telja í endaspælinum, heldur hann.

Útlendskt mótstøðulið
Ofta kunnu tað vera serstakar upplivinginar ella avbjóðingar, sum draga leikarar til skifti, tá talan er um skifti millum føroysk feløg.
Men tað verður so ikki í Europa-Cup kappingini, at nýggju leikararnir fara at fáa slíkar upplivingar. Ragnar sigur, at Europa-Cup luttøkan er eitt so kostnaðarmikið projekt, at tey fara ikki at taka av hesum møguleikanum.
- Hinvegin verður arbeitt við at fáa dystir móti útlendskum liðum, men tann spurningurin er so ikki endaliga avgreiddur enn, sigur formaðurin í Stjørnuni at enda.