Føroyskir politikarar standa á rað og skjóta eftir føroysku fjølmiðlunum fyri at fara for illa við sær. Men sambært útisetum í Keypmannahavn eru teir føroysku politikararnir alt ov skjótir at grenja um ringa viðferð, og teir eiga at tola nógv meira av.
- Fer tú ógvusliga fram, so mást tú tola at fáa eitt sindur av mótgangi, heldur Torkil Rasmussen, løgfrøðilesandi í Keypmannahavn. Saman við Joan Ólavsdóttir, sum er stjórnmálafrøðingur og starvast í Fólkatinginum, og Jákup Boga Joensen, sum er journalistur og er í starvslesnaði á danska tabloidblaðnum B.T., var Torkil við í kjakinum í sendingini Ghetto Føroyar, har kjakast varð um hvussu langt miðlarnir og fólk annars kunnu loyva sær at fara í viðgerðini av teimum fólkavaldu.
Ein dulnevnur føroyskur samgongulimur fekk herfyri ein gulan seðil í postkassan, har eftirnøvnini á landsstýrisfólkunum varð sett saman til orðingina “ASSHOLES”, ella á góðum føroyskum, reyvarhol. Dulnevndi politikarin, sum er búsitandi í Havn, lat sínar frustratiónir niður á eitt skriv, sum hann sendi Vágaportalinum, har hann segði “Aftaná áhaldandi einvegis tíðindaflutning í útvarpi og sjónvarpi og ikki minst í Sosialinum og eisini Dimmu, har missteinkiliggering, jagstran, ósannindir og útspillan móti landsstýri og samgonguni, hevur henda hetzin, sum mest minnir um tríatíárini í Miðeuropa, havt við sær, at tað eru mong sum ganga og hótta valdar parlamentarikarar.”
Men sambært útisetunum í Keypmannahavn eru slík ting sum ein lepi, har landsstýrisfólkini verða kallað reyvarhol, heldur eitt úttrykk fyri nakrar frustratiónir, enn ein hóttan móti teimum fólkavaldu.
- Hetta er úttrykk fyri ónøgdsemi við førda politikkin. Mann er farin, haldi eg, ótrúliga ógvusliga fram í Føroyum, við at gera eina nýggja skattaskipan, og við at broyta skattingina av pensjónunum. Tað er ikki nakað, ið hevur fylt nógv í valstríðnum, og tí kann mann ímynda sær, at veljarin er eitt sindur frustreraður. Áðrenn nakað kjak hevur verið um tingini, so eru drastiskar samfelagsligar broytingar brádliga gjørdar.
- Tað er semja í juridisku bókmentunum um, at fert tú ógvusliga fram, so mást tú eisini tola eitt sindur av mótgangi, sigur Torkil Rasmussen. Hann vísur eisini á, at leiðarin í Dansk Folkeparti, Pia Kjærsgaard og aðrir politikarar, ið hava ein harðligan tóna, mugu tola at fáa aftur av somu skuffu.
Politikarar kunnu gott kallast apur
Herfyri var ein landsstýrismaður skemtiliga kallaður fyri eina apu í einari flaggdagsrøðu á Vaglinum. Hetta dámdi tó ikki Kaj Leo Johannesen, løgmanni.
Eitt nú skrivaði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, soleiðis um hesa flaggdagsrøðu: “So var aftur ein útspillingarherferð á Vaglinum í dag, og hesi somu fólk sum halda røður, undrast hví færri og færri fólk møta at hoyra hetta tvætlið, við persónligari útspilling sum høvuðsboðskapi, hvar politikarar valdir av fólkinum verða kallaðir apur, og annað sum er so ljótt, at ein ikki tímur at taka tað uppaftur.”
At kalla politikarar fyri apur í einum skemtiligum tóna er heldur einki beinleiðis ólógligt í. Politikarar eiga nevniliga at tola nógv av.
- Tá tú hevur til uppgávu at forvalta pengar og útinna valdið fyri fólkið, so eigur tú at tola ekstremt nógv av, meinar Torkil Rasmussen, og vísir á at hetta er staðfest í einum dómi í altjóða mannarættindadómstólinum í Strassbourg.
Siðiligir føroyskir miðlar
Journalisturin, Jákup Bogi Joensen, sum er í starvsvenjing hjá tabloidavísini B.T. heldur, at teir føroysku miðlarnir eru rættiliga siðiligir í teirri framferð, samanborið við eitt nú donsku miðlarnar.
- Herfyri var eg úti og bankaði á hurðina hjá Henrik Sass Larsen (danskur politikari, red). Eg havi ikki upplivað í Føroyum, at eg havi verið úti og bankað á hurðina hjá nøkrum politikara. So tú fert heilt avgjørt nógv longri í Danmark, bæði fyri at fáa søguna, og nógv inn í persónsmálini, staðfestir Jákup Bogi Joensen.
Jákup Bogi leggur eisini dent á, at tað júst er uppgávan hjá miðlunum at vera kritiskir ímóti tí politikkinum, sum verður førdur. Markið gongur, tá tú fert inn á privatlívið hjá politikarum, um tað ikki eru avgerandi fyri at lýsa tað málið, sum tú viðgerð.
- Tað er uppgávan hjá fjórða statsvaldinum at seta teir nasku spurningarnar, men eg haldi avgjørt ikki, at føroysku miðlarnir fara ov langt.
- Vit skulu halda okkum til regluna, sum sigur, at um tú verður ákærdur ella skuldsettur fyri nakað, so eigur tú eisini at sleppa at siga tína síðu av málinum so skjótt sum møguligt. So øll, sum eru fyri ákoyringum hava altíð møguleika at svara aftur, og tað ger, at málini ikki bara verða lýst frá einari síðu, vísir Jákup á.
Talufrælsi og demokrati
Joan Ólavsdóttir er samd við Jákupi Boga og Torkili. - Fólk mugu hava loyvi at gera vart við sína ónøgd, og hóast kjakið mangan ikki er serliga konstruktivt, so er tað tó eitt tekin um, at fólk eru frustrerað um støðuna. Politkararnir eiga ikki at taka orðini og tónan til sín, men tað er ein greiður boðskapur um ónøgd aftanfyri, og tann boðskapurin eigur at verða tikin í álvara, heldur Joan.
Hon sigur, at hóast donsku miðlarnir eru nógv meiri kritiskir móti donsku politikarunum, so hava miðlar og politikarar eitt professionelt forhold, og báðir partar eru tilvitaðir um, at teir liva av hvørjum øðrum.
Joan vísir á, at rætturin at siga sína hugsan er grundarlagið undir okkara modernaða demokratii.
- Tað einasta, vit skulu semjast um, er, at vit eiga at sleppa at vera ósamd. Øll sleppa framat allastaðni í dag, og øll sleppa at siga sína hugsan. Vit hava nógv fora, tí vit hava nærum eitt informatiónsanarki, og tað er gott, heldur Joan.
Men so leingi tað bara er munnlig frustratión og ikki ein kropslig gerð, sum verða vendar móti politikarunum, so er tað ikki so álvarsamt.
- Mín meting er, at um tú sigur nakað munnligt, so sleppur tú kanska av við nakrar frustratiónir, og so kemur gerðin kanska ikki. Men viss tú fert at skerja talufrælsi, so fáa fólka kanska tørv á at vísa sína ónøgd á ein annan hátt, og so kemur gerðin kanska, sigur Joan.










