Embalasjulógin
Sosialurin hevur fingið innlit í eitt bræv, sum Jonhard Eliasen, fulltrúi, vegna uttanríkisdeildina hjá landsstýrinum og løgmansskrivstovuna hevur sent innlendismálaráðnum um ætlaðu broytingarnar í sonevndu embalasjulógini, sum er lógin um íløt til øl, mineralvatn og aðrar lidnar leskidrykkir.
Í brævinum verður víst til teldupostskriv, sum er eitt upprit, ið innlendismálaráðið hevur sent uttanríkisdeildini til ummælis við "fyriliti fyri Hoyvíkssáttmálanum", sum tikið verður til.
Í ummælinum sigur Jonhard Eliasen, at uttanríkisdeildin hevur verið í samskifti við íslendska uttanríkismálaráðið um spurningin.
- Aðalreglan viðvíkjandi vørufrælsinum í Hoyvíkssáttmálanum sigur, at tað er "bannað at gera nakran mismun vegna upprunastað millum vørur, sum hava uppruna sín innan umveldisvídd sáttmálans".
Jonhard vísir á, at aðalreglan eisini sigur, at "ásetingarnar galda fyri allar vørur, løgliga marknaðarførdar innan umveldisvídd sáttmálans, við tí fyrivarni, at tær lúka tilskilað krøv um alment siðsemi og trygd".
Hann sigur, at undantak í sambandi við vørufrælsi er at finna í grein, sum snýr seg um djóraheilsufrøði og plantuheilsufrøði, men nevndu undantøk eru tó ikki av týdningi fyri embalasjulógina.
- Ísland og Føroyar hava undir samráðingartilgongdini nýtt ES-rætt og EBS-rætt sum keldu í sambandi við tulking av ymsum hugtøkum, sum eru at finna í sáttmálanum.
Hann vísir á upprunan til ásetingina í grein 5.2.A..iv, sum er sokallaða Cassis-de-Dijion-aðalreglan í ES-lóggávu.
- Hendan hevur til endamáls at byrgja fyri,
at ymsar fyriskipanir hava við sær handilsforðingar, sum stríða ímóti endamálinum við Hoyvíkssáttmálanum um víðfevnt frælsi við vøruhandli millum Føroyar og Ísland. Dømi um slíka forðing er reglur, sum siga, at ávís vøra bert kann verða førd á marknaðin í ávísum pakningi - ella sum siga, at vøran ikki má seljast, um hon er í ávísum pakningi.
Jonhard sigur, at uttanríkisdeildin og íslendska uttanríkismálaráðið hava ta áskoðan, at forboðið ímóti at flyta inn og at selja drekkavørur í eingangsíløtum er at meta sum tøknilig handilsforðing, sum ger mismun á føroyskari og íslendskari vøru, og at lógin tískil ikki er í samsvari við Hoyvíkssáttmálan.
- Verður Hoyvíkssáttmálin samtyktur sum lóg, verður fylgjan hon, at ásetingar í embalasjulógini um eingangsíløt missa gildi. Tí hevði av tulkingarávum verið gagnligt, um lógin varð broytt soleiðis, sum mælt verður til í uppritinum frá innlendismálaráðnum, sigur fulltrúin, Jonhard Eliasen.