Við heitinum Rumenia Verkætlanin vilja føroyskir næmingar leita sær til Jebel, Rumenia, har tey vilja læra fólkini at seyma. Leygardagin verður uppboðssøla av málningum, sum listafólk hava latið, í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík, til frama fyri Rumenia Verkætlanina hjá Tekniska Skúlanum í Tórshavn.
Endamálið við Verkætlanini er at geva næmingum á Tekniska Skúlanum
eina námsferð, sum er fakliga viðkomandi, innlit í aðra mentan og at
fremja hjálpararbeiði í Rumenia.
Tveir flokkar ?Maskinlærlingar og Klædnaatstøðingar ? fara avstað
2. apríl. Leiðin gongur til lítlu bygdina Jebel. Her fara maskinlærlingar at bøta um viðurksifti hjá íbúgvum og á skúlanum.
Klædnaatstøðingarnir hava seymimaskinur við. Ætlanin er, at læra tey
at nýta hesar og seyma klæðir um, soleiðis at klæðini passa.
Seymimaskinurnar verða latnar íbúgvunum.
-Við hesum fáa næmingarnir eina øðrvísi uppliving, og sleppa at royna seg íverki í veruliga lívinum, verður sagt av Tekniska Skúla.
Kendir føroyingar stuðla
Leygardagin lata dyrnar pp kl. 13.00, har møguleiki er at síggja málningarnir.
Livandi tónleikur verður á skránni og eisini okkurt lætt til matna.
Sjálv uppboðssølan byrjar kl. 14.00, og er tað Bjørn á Heygum, ið skipar fyri.
Tey, ið hava latið málningar til uppboðssøluna, eru:
Kári Svensson, Øssur Mohr, Berit Norðoy, Gunnar Streymoy, Archibald
Black, Eli Smith, Vera Mørkøre, Jón Miðberg, Hanus Sørensen, Frits
Johannesen, Magni á Lakjuni, Anna Mohr, Anita Samuelsen, Høgni Thomsen,
Eyðun av Reyni, Hedvig Johansdóttir og Torbjørn Olsen.










