Hann er ovfarin av, hvussu nógv føroyingar longu hava fingið burtur úr fyrireikingunum til eina komandi oljuvinnu og her ikki minst á útbúgvingarøkinum. Hann eitur Arild Saasen og starvast í dag sum leiðari av borideildini hjá Statoil í Stavanger. Frammanundan hevur hann undirvíst á Høgskolen í Stavanger, í kolvetnisfakum. Tað var í hesum sambandi, at hann fekk samband við Føroyar. Arild Saasen var millum teirra, sum løgdu lunnar undir samstarvið millum føroyskar skúlamyndugleikar og Høgskolen í Stavanger.
Ein avleiðing av samvinnuni eru tey boriskeið, sum Oljuútbúgvingarsamtakið skipar fyri í næstum. Síðani er eisini samstarv á hægri støði millum eitt nú Fróðskaparsetrið og Høgskolen í Stavanger.
Arild Saasen var nú um dagarnar í Føroyum fyri at undirvísa á skeiði á Náttúruvísindadeildini fyri næmingum, ið lesa til kolvetnisverkfrøðing og øðrum áhugaðum.
Sosialurin hitti hann í Nóatúni í vikuni. Arild Saasen dylur ikki fyri, at hann er ein av teimum, sum hevur fingið serstakan áhuga og als fyri Føroyum og at hann er bæði stoltur og fegin um at hava verið við frá byrjan at byggja upp frálæru innan kolvetni. Arild Saasen var við fyri tveimum árum síðani, tá samskifti tók seg upp millum føroyingar og olju- og skúlamyndugleikar í Stavanger.
Fylgir væl við
Arild Saasen sigur seg fylgja væl við gongdini í Føroyum, nú tað nærkast 1. útbjóðing. Sjálvur heldur hann Føroyar eru eitt sera spennandi men eisini eitt trupult umráði reint tøkniliga at arbeiða í og teljast Føroyar tí eisini millum hárisikoøkini í heiminum. Tvs. at um somu tíð sum tað er sera áhugavert at arbeiða her er tað eisini vágiligt. Her finnast avbjóðingar, sum man ikki finnur á norskum øki, og her kemur serstaka føroyska basaltið inn í myndina.
Norðmaðurin heldur, at tað er sera umráðandi hjá føroyingum at útbúgva síni egnu fólk - ikki minst fyri at skilja hesa nýggju vinnuna. Hann heldur ikki tað er nøkur katastrofa fyri teir føroyingar, sum fáa sær útbúgving innan kolvetnivinnuna, um tað skuldi víst seg, at eingin olja er her. -Skuldi tað óhepna hent, at man ikki finnur olju við Føroyar, so kunnu føroyingar við kolvetnisútbúgvingum brúka tær bæði í norskum og bretskum øki. Undir øllum umstøðum er tað ikki ein burturspilt útbúgving.
Føroyingar betri fyri enn norðmenn
Arild Saasen heldur, at føroyingar eru betri fyri, enn tá norðmenn byrjaði eina oljuvinnu, tí man er longu farin í gongd at útbúgva fólk, áðrenn oljuleitingin er byrjað, bæði á universitetsstøði og á tekniskum skúlum. Tvs. at føroyingar byggja upp eina kompetansu, longu áðrenn oljuvinnan fær fótin fyri seg. Støðan í Noregi á sinni var tann, at henda kompetansan mátti byggjast upp samtíðis sum vinnan varð bygd út. Hetta fær so eisini tað positivu avleiðing, at møguligt er at skipa sjálvt lógarverkið í Føroyum nógv betri, enn støðan var í Noregi, tá oljuvinnan tók seg upp har.
Tá tosað verður um negativar og positivar avleiðingar av eini oljuvinnu, heldur Arild Saasen, at tað er sera umráðandi at hava eftirlit við so nógvum sum til ber, samtíðis sum ein eigur at ansa eftir ikki at lata feløg oa. byggja út infrastruktur ol. sum so seinni kemur at liggja sum ein spøkilsisbýir.
Arild Saasen er bjartskygdur í so máta, tí føroyingar hava møguleika at læra av norðmonnum, ið nú koma inn í eina endafasu. Tvs. at føroyingar kunnu síggja eitt sindur longur fram, enn norðmenn kundu, tá oljuvinnan byrjaðu har.
Góðan arbeiðsmoral
Nú Arild Saasen hevur undirvíst bæði føroyingum og norðmonnum spurdu vit hann, hvussu støðið er í Føroyum!
-Føroyskir studentar og mæmngars hava ein nógv betri arbeiðsmoral enn teirra norsku javnlíkar. Fyri mær tykist tað sum føroyingarnir hava eina generella bakgrund, sum er góð og taka føroyingar til sín vitan uppá eina góðan máta.
Tá vit spyrja hann, hvørjar greinar innan kolvetni føroyingar eiga at leggja seg eftir, so ivast Arild Saasen í, um tað er rætt av føroyingum at leggja seg ov nógv eftir at útbúgva seg innan reservoirtøkni. Heldur eigur at verða hugt eftir bori- og brunntøkni og eisini framleiðslu. Hann undirstrikar, at hetta hevur einki við arbeiði hansara hjá Statoil at gera. Hetta er hansara persónliga hugsan.