Rækjuvinna
Meðan rækjuvinnan í Grønlandi hevur góðar dagar, er føroyska rækjuvinnan í løtuni ein doyggjandi vinna. Flotin, sum áður var ein stoltleiki og fongur fyri samfelagið, er minkaður niður í nøkur fá skip, og alt bendir á, at hann fer at minka uppaftur meira. Rækjumenn og aðrir, sum ikki fáa endarnar at røkka, verða róptir "kraddarar", tí teir gera vart við, at skipini, ið eftir eru, kunnu fara okkum av hondum.
Keypa kvotur
Sámal Jacobsen, reiðari, heldur, at besta loysnin upp á støðuna hjá rækjuflotanum hevði verið, at landsstýrið keypti føroysku rækjuskipunum eini 500 tons at rækjum í part frá grønlendskum myndugleikum.
Hann heldur, at tílíkar kvotur kunnu keypast fyri einar 4 krónur fyri kilo, sum reiðaríini síðan kundu keypt aftur frá landsstýrinum.
- Tær góðu rækjurnar í Grønlandi kunnu seljast aftur fyri einar 40 krónur fyri kilo, og hevði hetta tí verið ein góð loysn fyri skipini, manningarnar og samfelagið sum heild.
Sámal heldur, at hetta hevði verið tann besta loysnin fyri føroysku rækjuvinnuna, sum soleiðis hevði klárað at svarað hvørjum sítt.
Heimastýrið noktar
Nógvar og góðar rækjur eru at fáa í grønlendskum sjógvi, og Grønland hevur økt sínar rækjukvotur so hvørt, sum prísirnir á marknaðinum er lækkaðir.
Í nøkur ár keyptu føroysk reiðaríir kvotur frá grønlendskum reiðaríum, men seinnu árini hava myndugleikarnir í Grønlandi ikki viljað staðfest hesar avtalur, sum soleiðis ikki eru komnar upp á pláss.
- Eg haldi, at landsstýrið átti at gjørt eina ítøkiliga roynd at keypt kvotur í grønlendskum sjógvi, sigur Sámal Jacobsen, reiðari.










