Føroyskir miðnámsskúlanæmingar gevast

Í Føroyum gevast meira enn tvífalt so nógvir miðnámsskúlanæmingar í skúlanum samanborið við næmingar í donskum miðnámsskúlum.

 

Hetta stendur í nýggjari kanning av lesivanunum hjá føroyskum næmingum. Við í kanningini eru 1300 næmingar í fjórða, sætta og níggjunda flokki í 19 ymiskum fólkaskúlum kring landið.

 

Kanningin staðfestir, at føroyskir fólkaskúlanæmingar lesa alt ov lítið, og sagt verður, at tað kann hugsast, at vantandi lesiførleikar og lesivanar er ein av orsøkunum til stóra fráfallið, sum er í miðnámsskúlunum í Føroyum.

 

Tá hugt verður eftir hægri lærustovnum, er niðurstøðan tann sama. Fráfallið er nógvar ferðir størri í Føroyum enn í Danmark.

 

Stigtakararnir til kanningina vísa á, at avleiðingin av, at ein stórur partur av føroysku børnunum ikki lesur støðugt, kann verða, at tey fáa nógv størri avbjóðingar at klára seg væl í skúlanum og seinni í lívinum.

 

Víst verður á, at bara triðja hvørt barn í fjórða flokki og sætta flokki lesur regluliga í frítíðini. Í Danmark lesa 62 prosent av børnunum í fjórða flokki og 42 prosent av børnunum í sætta flokki regluliga.

 

Sagt verður, at tølini í føroysku kanningini eru órógvandi, ti børnum í hesum aldrinum tørvar nógva lesivenjing fyri at ogna sær góðan og nøktandi lesiførleika og gott orðfeingi.

 

Sissal M. Rasmussen, exam.art í føroyskum, Turið Kjølbro, cand.phil í norðurlendskum og bókmentum, Lydia Didriksen, námslektari á Fróðskaparsetrinum og Marjun Ziskason, ritstjóri á Námi hava tikið stig til kanningina, sum Mentamálaráðið hevur fíggjað høvuðspartin av.

 

Greiningarfyritøkan Lóður hevur staðið fyri at savna inn dátuna og hevur greinað úrslitið.