Føroyskir menn tjena meira enn kvinnur

Í nærum øllum bólkum, sum fáa fyribils veitingar og í øllum bólkum, sum fáa varandi veitingar, er talið av konufólki størri enn talið av mannfólki. Hetta er eisini galdandi við fólkapensjónini, har væl fleiri føroysk konufólk enn mannfólk eru fólkapensjónistar í Danmark

Føroyskir útisetar

 

Norðuratlantsbólkurin, sum á tíðindafundi fríggjamorgunin hevði framløgu av ymiskum taltilfar um føroyskar útisetar í Danmark, hevði nógv ymisk – og áhugaverd – viðurskifti at vísa á. Taltilfarið er í fyrsta lagi sambært hagtølum hjá Danmarks Statestik.

Samlaða talið av føroyskum útisetum í Danmark, býtt yvir trý ættarlið, er 22.549, sum er út við helmingurin av samlaða fólkatalinum í Føroyum. Av hesum eru tey 9.741 fødd í Føroyum.

Tað var Leivur Persson, sum hevði framløguna vegna Norðuratlantsbólkin, og tað eru Leivur, Gunnar Bjarnason og Annika Smith, sum hava staðið fyri kanningini og hava lagt bóklingin, sum givin er út, til rættis.

 

Menn tjena meira

Undir framløguni segði Leivur, at galdandi fyri allar aldursbólkar av føroyskum útisetum í Danmark er, at bruttoinntøkan hjá mannfólki er væl hægri enn miðalinntøkan hjá konufólki í sama ættarliði og aldursbólki.

- Hetta er sama mynstur, sum sæst aftur aðrastaðni í vesturheiminum, segði hann og legði aftrat, at fyri øll ættarlið er eisini galdandi, at munurin á miðallønini millum kynini er lítil í byrjanini, men hann gerst størri, tess eldri fólk gerast.

Hann vísti á, at í fyrsta ættarliði er miðal bruttoinntøkan hjá einum føroyskum manni í Danmark (25-39 ár) stívliga 215.000 krónur, meðan ein føroysk kvinna í sama aldri tjenar smáar 180.000 krónur.

Í øðrum ættarliði tjenar maðurin góðar 280.000 krónur og kvinnan góðar 212.000 krónur.

Taka vit triðja ættarlið, tjenar maðurin 208.000 krónur og kvinnan stívliga 181.000 krónur.

Hyggja vit at einum øðrum aldursbólki (40-49 ár), er miðal bruttoinntøkan hjá manninum í fyrsta ættarliði stívliga 310.000 krónur, meðan kvinnan tjenar 238.000 krónur.

Í øðrum ættarliði í sama aldursbólki er inntøkan hjá manninum 364.500 krónur, meðan hon er góðar 280.000 krónur hjá kvinnuni.

Í triðja ættarliði er lutfallið ávikavist 288.900 og 259.900 krónur.

Tølini vísa eisini, at teir føroysku útisetar, sum tjena mest í Danmark, eru tey, sum eru millum 40 og 59 ár.

 

Almennar veitingar

Sambært hagtølunum, fáa tilsamans 5.890 føroyskir útisetar í Danmark ymisk sløg av almennum veitingum, sum koma í staðin fyri inntøku. Hesar kunnu býtast í tveir bólkar, fyribils veitingar og varandi veitingar.

- Samanlagt fáa 3.814 útisetar fyribils veitingar, meðan 2.076 fáa varandi veitingar.

Í bóklinginum verður víst á, at 550 av teimum, sum fáa fyribils veitingar, fáa hesar vegna barnsburðarfarloyvi.

- Millum útisetar er vanligasta fyribils veitingin arbeiðsloysisstuðul, og vanligasta varandi veitingin er fólkapensjón.

Leivur Persson vísti á, at í nærum øllum bólkum av fyribils veitingum og í øllum bólkum av varandi veitingum eru tað fleiri konufólk enn manfólk, sum fáa hesar veitingar.

- Hetta er eisini galdandi við fólkapensjónini, har væl fleiri konufólk enn mannfólk eru fólkapensjónistar, segði hann.