Føroyskir MBA-lesandi vinna kapping

Fimm føroyskir MBA-lesandi við Henley Management College í London vunnu herfyri kapping millum norðurlendskar lesibólkar

Alt fleiri føroysk vinnulívsfólk nýta møguleikan at eftirútbúgva seg.

Fyri nøkrum árum síðani bjóðaði Føroya Handilsskúli saman við Robert Gordon University í Aberdeen eina Masterútbúgving, sum varð fíggjað við oljupengum.

Hesaferð er tað kenda Henley Management College, sum bjóðar føroyingum eina Master in Business Administration-útbúgving (MBA).

Henley er eitt sera væl kent Management College, sum undirvísir leiðarum og stjórum kring allan heim. Henley er kent fyri at hava eina sera góða Personal Development skrá, og aftur í ár varð Henley kosin besta útbúgving í hesum bólki.

Stórur áhugi er fyri hesi útbúgving, men tað er samstundis eisini ein stór avgerð at taka, at fara undir hana, tí hetta ávirkar í stóran mun familju og frítíð. Útbúgvingin fer við nógvari tíð og orku í einum kanska framman undan strævnum gerandisdegi.

Henley var áhugað at seta á stovn ein lesibólk í Føroyum, og áhugin var til staðar, men tá avtornaði, høvdu bert fimm melda til luttøku, og tað var ov lítið til at seta á stovn serskildan føroyskan lesibólk. So føroyingarnir vórðu lagdir saman við danska lesibólkinum.

 

Vunnu kapping

Hesi fimm fóru so til Danmarkar fyrstu ferð í september mánaði, og har vórðu tey býtt í ein serligan føryskan bólk, sum saktans kann hava sínar fyrimunir.

Seinasta kvøldið á lesiskeiðinum varð skipað fyri einari kapping millum bólkarnar, fyri at læra teir at arbeiða saman og hugsa kreativt. Uppgávan var nakað so óvanligt sum at skriva ein tekst til eitt lag, og síðani skuldið úrslitið syngjast.

Tey fingu fimm korter at fyrireika seg í, men hóast hetta ikki var nógv tíð, vóru tey heppin á einum øki: tey høvdu ikki færri enn tveir klaverspælarar í bólkinum

Skjótt varð funnið fram til lagið »Nánd«, og so varð ein tekstur feldur á blað, og sangurin vandur ígjøgnum nakrar ferðir.

Tað var nakað av einum knossi at bera klaverið úr einum enda á bygninginum í hin, har framførast skjuldi.

Hvussu var og ikki, so vann føroyski MBA-bólkurin kappingina – kanska tí hann var hin einasti, sum hevði eitt ljóðføri, eitt ókent lag umframt ein væl skrivaðan tekst.

 

Í finaluna

Eftir at hava vunnið kappingina fingu tey at vita, at tey skuldu kapast móti Svøríki og Finnlandi í London. So nú var at fyrireika seg væl.

- Vit vistu, at einki klaver var á skúlanum í London, so vit fingu Kim Hansen at innspæla tónleikin á fløgu í Studio Oyravox í Nólsoy, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum, og ein av teimum fimm MBA-lesandi á Henley.

Bólkurin gjørdi nógv burtur úr fram til finaluna, og eitt nú vóru tey í Yndi at læra seg nøkur dansifet.

- Tað líkaði ikki dønum serliga væl, at føroyski bólkurin skuldi umboða Danmark í finaluni, og tí var avrátt, at nummar tvey í Danmark skuldi umboða Danmark, meðan vit skuldu umboða Føroyar, sigur Jákup Jensen, stjóru í Intrum Føroyar og ein annar av MBA-lesandi í Henley.

Farið var so til London fyri góðum 14 døgum síðani. Skúlin hjá Henley liggur við ánna Thames.

- Har er sera vakurt, og veðrið var til vildar hesar dagarnar, sigur Jákup Jensen.

 

Vunnu

Kappingin var skipað soleiðis, at tveir bólkar komu víðari. Føroyski bólkurin var annar – og danski hin.

- Tá eg sá, at Danmark kom í finaluna saman við okkum, vórðu vónirnar beinanvegin góðar, sigur Jógvan Thomsen.

Og hann fekk eisini rætt. Føroyski bólkurin vann kappingina.

- So nú hava vit eitt gull heiðursmerki fyri besta bólkaarbeiði, sigur Jákup Jensen.

Teir báðir lata væl at útbúgvingini.

Alt í alt kann eg siga, at útbúgvingin higartil hevur verið sera spennandi og gevandi. - - Tað er gott at verða í arbeiðsbólki við øðrum føroyingum, tí tað ger tað møguligt at møtast oftari, sigur Jákup Jensen.

Og Jógvan Thomsen er samdur.

- Tað er strævið og nógv at lesa. Tað eru eisini fleiri próvtøkur um árið enn vanligt, men tað haldi eg bara er gott fyri læruprosessina. Tað heldur teg til eldin alla tíðina, sigur Jógvan Thomsen.