Fríggjadagin verður forkunnug framsýning við Øssuri Mohr í nýggjum hølum í Keypmannahavn, eini hús frá 1500- talinum í Møntergade 10 mitt í sentrum í danska høvuðsstaðnum. Talan er framvegis um Galleri Sct. Gertrud, har Øssur ofta hevur sýnt fram áður, sum nú fer í nýggj høli.
Ferniseringin verður fríggjadagin og tá lova fyrireikararnir, at okkurt gott verður til góman, umframt at ein annar føroyingur, sum eisini er nógv virkin niðri, fer at spæla vælkendartónar, nevniliga Stanley Samuelsen.
Øssur Mohr hevur tey seinastu tjúgu árini víst fram og selt málningar í Danmark, Føroyum, Íslandi, Noreg, Týsklandi, Hollandi, Frankaríki, Eysturríki og í Póllandi. Les meiri um framsýningina og Øssur Mohr her:
www.aok.dk/udstilling/faeroesk-kunst-fredag-d.-6.-jan.-kl.-16-20-i-kbh-og-frem-til-d.-21.-jan.-2012
ella á almennu heimasíðuni hjá Øssuri: www.ossurmohr.dk
Tiltakið byrjar kl. 16 fríggjadagin og málningarnir hanga til 21. januar.
Kelda: FO Invasion