Heitið á nýstovnaða felagnum er Føroyskir Listgrafikarar.
Limirnir eru Astri Luihn, Marius Olsen, Karstin Olgar Lamhauge, Aase Bømler Olsen og Jóna Rasmussen, sum øll eru grafikarar.
Felagið hjá Føroyskum Listgrafikarum hevur sum endamál at fremja áhugan fyri og vitanina um grafisku listina við m.a. at skapa karmar og skipa fyri framsýningum, skipa fyri fundum, fyrilestrum, ráðstevnum og tílikum fyri at lýsa grafisku listina og umstøður hennara. Eisini er ætlanin at skipa fyri útgávu av minni ritum og størri bókaverkum um føroyskan grafikk og skipa fyri prenti og útgávu av grafiskum listaverkum
Miðað verður móti at fáa egna pressu og egin høli at arbeiða í.
Longu nú er ein framsýning við teimum fimm á skránni undir Listastevnuni, sum Norðurlandahúsið skipar fyri í august næsta ár.
Føroysku grafikararnir hava verið sera virknir seinasta árið. Marius Olsen hevur havt framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn, tað sama hevur Karstin Olgar Lamhauge.
Í summar varð tann nýggja altartavlan, sum Karstin Olgar hevur skapt, vígd í Hattarvíkar Kirkju. Hetta er eitt stórsligið verk, sum listamaðurin hevur arbeitt við í fleiri ár.
Aase Bømler Olsen hevur konsentrerað seg um bókaútgávur, ikki færri en tvær bøkur hevur hon givið út í ár. Tann eina, har hon sjálv stendur fyri hugskotum og grafiskari útforman, er úr røðini »Stuttlig tøl« sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út. Hin er úr røðini »Skýmingarløtan« frá Dansk Bogforlag. Hetta er tríðja bókin, sum Aase Bømler Olsen myndprýðir.
Astri Luihn hevur gjørt permumynd til bókina »Hvør av øðrum«, hjá Maluni Marnarsdóttir. Astri Luihn hevur seinastu tíðina arbeitt við tí stóru framsýningini í New York, har fimm føroysk myndlistafólk luttaka. Listaverkini eru send avstað, og framsýningin letur upp á Manhattan 5. desember.
Jóna Rasmussen hevur verið íðin at fáa grafiska verkstaðin í listaskúlanum í gongd. Hon hevur saman við hinum grafikarunum verið við á Várframsýningini og Ólavsøkuframsýningini.
Føroysku grafikararnir hava eisini víst list sína á Gallari Oyggin í Suðuroy.