Føroyskir listamálarar sum ambassadørar

Zacharias Heinesen, Øssur Mohr og Bárður Jákupsson eru gestir í Vinnurásini týsdagin eftir tíðindini klokkan 16. Jan Müller hevur vitjað teir á framsýningum í Keypmannahavn.

Tá tosað verður um føroyskt vinnulív so tengja vit tað næstan altíð saman við fiski. Men vinnulív er so nógv annað eisini. Føroyskir listamenn umboða t.d. eisini ein part av okkara vinnulívi. Og tá hugsað verður um at branda Føroyar, at selja mentan og list av landinum og harvið eisini at fáa fremmandafólk henda vegin, tá eigur okkara myndlist og okkara myndlistafólk ein týðandi um enn lítlan sess á hesi rók. Tað fer Vinnurásin á Rás2 m.a. at viðgera í sendingini týsdagin klokkan 16. Jan Müller hevur vitjað tríggjar føroyskar listamálarar, sum í løtuni sýna fram í Keypmannahavn, allir í hvør sínum gallarríi. Teir eru Øssur Mohr, Zacharias Heinesen og Bárður Jákupsson. Í samrøðunum verður eisini nomið við myndlistina í Føroyum í dag og hvussu hesir tríggir listamálararnir arbeiða og trívast í tí listarliga umhvørvinum.