Í kjalarvørrinum av at danska fólkatingið hevur viðgjørt og samtykt eina royndarskipan við medisinskum kannabis skjýtur Miðflokkurin nú upp, at sama royndarskipan verður sett í verk í Føroyum.'
Høvuðstættirnir í royndarskipanini í Danmark eru, at sjúklingar við til dømis varandi pínu, við sklerosu ella ógvusligari spýggju eftir kemoviðgerð kunnu fáa kannabisheilivág frá lækna, tá onnur viðgerð ikki er nøktandi. Tað er tann einstaki læknin, sum hevur ábyrgd av at geva hendan heilivág og tí er týðandi, at læknin kunnar sjúklingin um møguliga árin og vandar við viðgerðini.
- Eg eri greið yvir, at fleiri sjúklingar hava gott av at fáa kannabisheilivág sum part av viðgerðini, tá onnur viðgerð hevur víst seg ikki at røkka. Og fleiri føroyskir sjúklingar fáa longu hendan heilivág í dag. Eitt nú fáa sjúklingar á Landssjúkrahúsinum kannabisheilivág fyri sklerosu og sum linnandi heilivág fyri pínu eftir at øll onnur pínuviðgerð ikki hevur virkað. Eisini á Suðuroyar sjúkrahúsi verður kannabilsheilivágur latin, sigur landsstýriskvinnan.
- Tað er týðandi at staðfesta, at sum er, hava allir kommunulæknar og allir yvirlæknar á sjúkrahúsunum møguleika at útskriva resept uppá medisinsk kannabis, sigur hon, men ásannar, at nógvir læknar aftra seg við at gera hetta, onkrir tí teir ikki vilja, onkrir tí teir ikki kenna nóg væl til kannabis sum heilivág. Tí eru landslæknin og landsapotekarin farnir í gongd við at skriva eina vegleiðing um kannabis til medisinska nýtslu.
Hon stuðlar tí ikki uppskotinum hjá Miðflokkinum.
- Í mun til spurningin hvørt vit í Føroyum eisini skulu gerast partur av donsku royndarskipanini við kannabisheilivági, so er mín støðan, at eg í løtuni ikki meti hetta vera neyðugt, sigur hon. Hon vísir á, at tað longu er gjørligt at fáa medisinskt kannabis frá læknum í Føroyum.
- Eg taki til eftirtektar tað, ið landslæknin og landsapotekarin vísa á, at tað í løtuni ikki er heilsufakligur tørvur á slíkari royndarætlan í Føroyum, tí longu í dag eru nøktandi møguleikar fyri at brúka kannabis til medisinsk endamál, sigur hon, men leggur afturat, at hon fer at fylgja væl við hvussu royndarverkætlanin í Danmark eydnast.