Føroyskir granskarar lata dyrnar upp

Næstu tvær vikurnar verður føroysk gransking sett á breddan

Í kvøld fór Vísindavøku á ferð 2018 av bakkastokki, tá fyrsta tiltakið á hesum sinni bleiv hildið á Seglloftinum á Tvøroyri. Talan var um fyrsta av fimm tiltøkum, har granskarar gjøgnum stuttar fyrilestrar lata dyrnar upp til føroyska granskingarheimin.


Endamálið við tiltøkunum er at varpa ljós á og vekja áhuga fyri fyri tí, sum rør seg innan føroyska granskingarumhvørvið. Hetta er møguleikin hjá øllum føroyingum at hitta okkara granskarar og fáa innlit í teirra gerandisdag.


- Hetta er eitt týdningarmikið tiltak fyri granskingarumhvørvi at vísa hvat vit gera. Vit velja at lata hurðarnar upp og bjóða fólki innar at hitta tey, sum arbeiða við gransking. Tí her hendir nógv spennandi, ið hevur stóran týdning og ávirkan á gerandisdagin hjá fleiri føroyingum. Hetta er eisini høvi at koma við nýggjum hugskotum til gransking ella spyrja inn til verandi gransking, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, ið er av fyriskiparunum av tiltakinum.


Við 15 tiltøkum kring alt landið, umframt stóra tiltakið 28. september í Sjóvinnuhúsinum í Havn, vóna fólkini handan Vísindavøkuna at veita føroyingum eitt serligt innlit í ein heim, ið fyri mong kann tykjast eitt sindur fjarur.


- Vit hava sett eina fjølbroytta skrá saman, so fólk kunna hoyra um evnir úr ymiskum vísindum, av yngri sum eldri granskarum, monnum og kvinnum, úr ymsum stovnum. Vit royna at fáa eina bukett av granskarum á hvørjum ári, so tað er eitt sindur til ymisk áhugamál. Her skal vera okkurt áhugavert til øll, sigur Annika Sølvará.


Næsta tiltakið verður mikukvøldið í bókasavninum við Løkin við hesum fyrilestrum:


Hilmar Simonsen, Fróðskaparsetrið: Hava vit meiri vind í Føroyum nú enn fyrr?
Anfinnur Johansen, Fróðskaparsetrið: Føroysk fólkanavnagáva síðstu fjórðingsøld
Óluva Eidesgaard, Jarðfeingi: Er heita vatnið í Kollafirði burðardygt?