Granskingarráðið hevur játtað stuðul til 10 verkætlanir innan mat, samfelag og fólkaheilsu
Lesiførleikin hjá føroyskum børnum, íverksetan og sáðgóðskan hjá føroyskum monnum eru millum granskingarøkini, sum Granskingarráðið hevur valt at raðfesta í játtanini fyri 2007. Tilsamans eru 6.803.901 kr. latnar 21 verkætlanum, sum allar snúgva seg um antin mat, samfelag ella fólkheilsu.
Sambært Granskingarráðnum komu tilsamans 24 umsóknir inn, og søkt varð um tilsamans 22 mió. kr. Innan raðfestu økini vóru 21 umsóknir, og søkt varð um 17 mió. kr. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum sigur, at í 2007 verður bert játtaður stuðul til verkætlanir innan økini mat, samfelag og fólkaheilsu.
KEYP SOSIALIN Í PDF-ÚTGÁVU HER!<a>