Cosmos Trawl í Hirtshals verður aftur í summar karmur um evangelisk møtir.
Tey so kallaðu Skagerakmøtini í Hirtshals verða aftur í summar. Tað eru 29 ár síðani Levi Joensen og aðrir høvdu tað fyrsta møti á Nótaverkstaðnum Cosmos Trawl í Østhavnen í Hirtshals. Møtini verða annaðhvørt hóskvøld í tíðarskeiðinum frá 7. juli til 1. september. Fyrsta møti verður nú hóskvøldið 7. juli kl.19.30. Luttikið verður við sangi, talu og vitnisburði av sjómonnum og ferðafólki, sum koma framvið. Møtini eru hóskvøldini: 7. juli, 21. juli, 4. august, 18. august og 1. september. Øll kvøldini kl.19.30. Eftir møtini verður bjóðað til ein drekkamunn, siga fyrireikararnir.