Umstøðurnar og leikluturin hjá føroyskum fjølmiðlum verða á breddanum í fyrilestrum á Háskúlanum í kvøld klokkan 19.30.
Føroya Fólkaháskúli hevur í vetur havt fyrilestrarøð, har upplýsing í breiðum týdningi hevur verið viðgjørt úr ymsum sjónarhornum. Ferðast hevur verið líka frá stjørnufrøði til heimsspeki og gudfrøði, men í kvøld verður komið heilt niður á jørðina, har okkara egnu fjølmiðlar verða lagdir undir luppin.
Røðarar verða Páll Isholm og Brynhild Thomsen, og sostatt kann roknast við einum bæði upplýsandi og kritiskum kvøldi.
- Páll Isholm fer at røða um miðlanna leiklut í føroyska fólkaræðinum undir yvirskriftini Hvar eru miðlarnir? Páll er fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetri Føroya og hevur verið stjóri á Føroya handilsskúla. Hann er útbúgvin cand. mag. í norðurlendskum og samfelagsfrøði á Fróðskapasetri Føroya og samskifti á Syddansk universitet.
Í tíðindaskrivi, sigur Ingi Rasmussen, at Brynhild Thomsen fer at røða undir yvirskriftini Vinklar og blindvinklar. Hon fer at lýsa umstøðurnar fyri journalistiskum virksemi í Føroyum og gevur sítt boð uppá, hví fjølmiðlarnir í Føroyum sum heild eru so veikir, og hvussu teir kundu verið styrktir. Hon reisir eisini spurningin, um vit yvirhøvur skulu hava dýran, kritiskan journalistikk í Føroyum.
- Brynhild, ið er útbúgving journalistur, er kend sum blaðstjóri á Dimmalætting og ein íðin og hvøss rødd í føroyska samfelagskjakinum, verður lagt aftrat.
Fyrilestrarnir verða á Háskúlanum í Havn í kvøld klokkan 19.30.










