Millum jóla og nýggjár, tann 29. desember 1999 kl. 15, hevur felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands ársaðalfund á Tórshavnar Sjómansheimi.
Á fundinum fer umboð fyri Almannastovuni at greiða frá gondini í málinum um 7,8%-gjaldið fyri fiskimenn í Noregi.
Greitt verður eisini frá, hvussu farast skal fram, um føroyskir fiskimenn eru úti fyri skaða ella sjúku umborð á donskum skipi.
Somuleiðis verða umrøddir lívstryggingarspurningar. Møguleiki er at fáa samtykt á aðalfundinum, at slík skipan skal setast í gildi, um limirnir ynskja tað.
Mint verður á, at limirnir fyri fundin skulu rinda limagjaldið fyri árið 2000 gjøgnum peningastovn. Felagið sendir annars eftir 15. januar út krav um limagjald umvegis Postgirostovuna.
Komandi vár, tann 21. apríl 2000, eru fimm ár liðin, síðani felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands varð sett á stovn, og felagið hevur í dag knappliga 100 limir.
Við tøkk fyri upptøkuna
Føroyskir Fiskimenn
Uttanland
FO-650 Toftir
Tlf. 210495