Føroyskir Fiskimenn Uttanlands

Høgni Waag Høgnesen Form

Landstýrismaðurin í fíggjarmálum, hevur ætlanir um, at broyta fiskimannafrádráttin frá 15% upp til 500.000 til 14% av 470 000 kr.
Hjá okkum ið vóru við, at fáa hesa skipan, setta í verk her á landið, eins og fyri limir okkara í vinnu uttanland,s er hettar, at missa vunnin rættindi.
Undanfarni Landsstýrismaður í fíggjarmálum, gjørdi fleiri royndir at broyta skipanina, og fekk broytt upphæddina til 500,000 kr.
Eisini komu vit at vera líknaðir, saman við handverkarum í vinnu uttanlands, har skipanin var at hesir fingu 300.00 kr. pr. dag frádrátti. Og er skipanin skrúða samansoleiðis , 50% uppihald, 25% ferðing, 5% tryggjing o.a.
Men rindar reiðarin ein ferðaseðil missur sjómaðurin rættin til nýslu av hesum,hóast fleiri royndir vildi Landstýrismaðurin ikki broyta hesa skipan, men dróg enn eitt kort úr ermuni. At lækka frádráttin til 100,00 kr pr dag.
Ein fiskimaður í t.d siglur í Norra, rindar 7,8% fyrri sosialar veitingar,ið eru munandi betri enn her á landið, hettar kann ikki dragast frá í sjálvuppgávuni, er inntøkan 470.000 er hettar 36.600 kr., harnæst pensjón umleið sama 36,600 kr , ferðaútreislur ca 60. 000 kr ella tilsamans. 133, 200 kr fyri at arbeiða uttanlands tá skattur er farin av, sæst hvussu ræðandi inntøkan er netto.
Okkara ynski var at fara til gomlu skipanina, at leggja ferðaútreiðslur við tá, upp bleiv gjørt í skatti.
So nú rinda fiskimenn sínar ferðaútreislur fyri, at fara til verka uttanland,s meðan fólk her á landið, fáa koyripening og tingmenn fáa pening, at ferðast til til Løgtingsarbeiði, at teir kunna hava stásiligan bil, rinda tryggjing og vegskatt, av hesum peningi og avlop sigst vera.
À seinasta aðalfundi hjá okkum des 2003, hettar var fyri vali, møttu á fundi hesir Tingmenn: Alfred Olsen, Anfinn Kallsberg, Kàri P Højgaard Hendrik Old, eins og Òli Jacobsen frà FF.
Her greiddu vit teimum frá støðuni um ferðafrádráttin, teir vóru samdir um, at komu teir á ting vildu teir virka fyri, at gingi var til gomlu skipanina, tí teir mettu ikki at vit skuldu rinda ímillum 60, 000 kr og 100,000 kr fyri at fara til arbeiðis, men eftir EITT ÀR hava vit ikki hoyrt eitt, orð frá hesi manning, so talan var bert um valagn.
Felagið hevur eisini fyrrr í ár sent t-post til Bárður Nielsen, har vit bóðu um fund um málið,men heldur ikki hann ønti okkum aftur.
Okkara vón er tí, at hesir persónar meintu nakað við síni orð, í desember 2003, og kanska Bárður Nielsen, verður kunnaður av sínum samgongulimun.
Ella er kósin sett, at fáa fiskimenn at flyta bústað til grannalondini, livst so spyrst.
Frá FFU nú Landstýrið hevur ætlanir ,at broyta skattaskipanina fyri fiskimenn

Toftir 5 nov 2004