Í komandi viku fer Vársól filmsstevnan av bakkastokki. Seks føroyskir filmar skulu sýnast undan hvørjum altjóða filmi Á Vársól fer Havnar Bio at sýna níggju altjóða filmar, sum annars ikki fáa innivist í føroyska biografmyrkrinum. Samstarv er gjørt við Klippfisk um at sýna ein føroyskar stuttfilm undan hvørjari sýning av útlendsku filmunum, og vera teir seks í tali. Føroysku filmarnir eru hesir:
The Chase, stuttfilmur fyri børn, sum Benjamin Rajani, Jóhan Djurholm, Fía Hoydal og Una Nielsdóttir Galán gjørdu í Klippfisk 2008. The Chase varir 1:32 min
Ikaros, sum Sakarias Stórá hevur gjørt í ár á Nordland Kunst- og Filmfagskole. Ikaros varir 7:25 min, og hevur norska talu.
En dårlig dag, sum Bjarki Thomsen gjørdi á Medieskolerne í Viborg í fjør. Filmurin varir 15:00 min
A Special Delivery, sum Tómhøvd Productions gjøri í fjør. Fólkini handan stuttfilmin eru Osvald P. Hansen, Bjarni Petersen, Martin H. C. Hansen og Jóhan Petur Petersen. A Special Delivery varir 2:46 min.
Kvirt summar, sum Polar films gjørdi í fjør. Polar films eru Andres Jacobsen og Brian Samson. Kvirt summar varir 4:28 min.
Morgunsmíl, sum Andrias Høgenni gjørdi á Klippfisk í fjør. Morgunsmíl varir 12:40 min.
Skráin fyri Vársól er at finna á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu: torshavn.fo/Default.aspx
og á heimasíðuni hjá Havnar Bio: www.bio.fo