Føroyskir filmar fáa 155.000 krónur í stuðli

Filmsgrunnurin, sum Norðurlandahúsið og Klippfisk stovnaðu fyrr í ár, hevur nú latið stuðul til teir fyrstu føroysku filmarnar

Áhugin at gera føroyskan film er stórur, og Filmsgrunnurin fekk 20 umsóknir um stuðul.

Tilsamans varð søkt um 936.000 krónur.

Í hesum umfari gjørdi nevndin av at lata tilsamans 155.000 krónur í stuðli til sjey verkætlanir.

Talan var um fýra frásøgu stuttfilmar, ein dokumentarfilm, ein listarfilm, umframt ein film einum ungum, evnaríkum spíra.

Tað verður ein møguleiki afturat at søkja stuðul í ár, tí næsta tíðarfreist at søkja um stuðul úr Filmsgrunninum er 1. september.

Tey, sum fingu stuðul úr Filmsgrunninum hesuferð, eru:

Sakaris Stórá fekk 40.000 krónur til stuttfilm

Andrias Høgenni fekk 15.000 krónur til stuttfilm

Heiðrikkur á Heygum fekk 25.000 krónur til stuttfilm

Anton Petersen fekk 35.000 krónur til stuttfilm.

Torfinnur Jákupsson fekk 20.000 krónur til dokumentarfilm.

Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir, sum sæst á myndini, fingu 17.000 krónur til listafilm.

At enda fekk Rani Petersen 3.000 krónur til stuttfilm.

Nevndin heldur, at hann, sum ungur evnaríkur spíri, eigur at fáa hetta herðaklappið.