Føroyskir favorittar

Thomas Rasmussen og Kjartan Eli Hentze vórðu báðir roknaðir millum favorittarnir, tá menninir eftir døgurða hósdagin fóru undir einstaklingakappingina

Sandwick: Fyri tað nógva hava oyggjaleikirnir í borðtennis verið ein kapping um at sleppa í finaluna móti Carl Prean. Elituspælarin av Isle of Wight fekk sjáldan sveittan fram tey árini, sum hann tók lut á leikunum, men í ár er støðan ein heilt onnur.

Og úr einum føroyskum sjónarhorni tykist støðan vera serstakliga áhugaverd. Millum einstaklingarnar hava vit hesaferð hægst rataða spælaran í Thomas Rasmussen, og tað merkir, at hann fyri tað nógva sleppur undan hinum favorittunum í kappingini.
Og eisini Kjartan Eli Hentze stendur væl í styrkismetingini. Hann er styrkismettur sum nummar fýra, og tað merkir tíverri, at vit neyvan hava møguleika at síggja eina reint føroyska finalu.
Tað verður tó spennandi at síggja, hvussu teir báðir borðtennis-spælararnir fara at standa seg. Longu undan leikunum vóru vónirnar til Thomas stórar, og eftir eina kanska haltandi byrjan, tóktist hann veruliga fáa um endan seinasta partin av liðkappingini.
Kjartan Eli byrjaði hinvegin í stórformi. Í bólkaspælinum tapti hann ikki eina tí einastu singlu, og ikki fyrr enn ein lítil skaði í arminum fór at gera um seg, mátti hann góðtaka eitt tap í einstaklingapartinum av liðkappingini.
Og saman eru teir báðir eisini favorittar í kappingini í tvímansleiki. Her hevur Kjartan Eli fyrr roynt at fáa heiðursmerki, men út gulli hava tey ongantíð verið enn, og tí verður sera spennandi at vita, hvussu tann parturin av kappingini fer at laga seg.
Higartil hevur talan longu verið um eitt bronsumerki í liðkappingini. Megna vit eisini at fáa heiðursmerki í einstaklinga- ella double-partinum av kappingini, verður talan helst um bestu leikirnar nakran tíð fyri føroyskt borðtennis.