Í vikuskiftinum upp undir ólavsøku skipar Felagið Føroysk Ross fyri áhugaverdum djóradøgum Undir Miðhorni í Havnardali. Har verður møguleiki at síggja føroyska rossið, føroyskar gæs og føroyskar dunnur.
Hartil fara tey eisini at sýna fram nakað av søguni um føroyska rossið og um reiðskapin, ið tey nýttu í gamlari tíð. Umframt at sýna fram føroyska rossið, verður eisini møguleiki fyri teymaríðing á rossinum, og er hesin parturin av familjutiltakinum kanska meira rættað til børnini.
Vilja vekja áhuga
Endamálið við at skipa fyri djóradøgunum Undir Miðhorni í Havnardali er at royna at vekja áhugan hjá fólki fyri tí føroyska rossinum.
- Í dag eru bert 46 føroysk ross eftir, og fleiri av teimum eru øgiliga gomul. Hetta tiltakið, ætla vit, skal virka sum ískoyti til tað arbeiðið, vit annars gera fyri at bjarga føroyska rossinum, greiðir Anna Louisa Joensen, fyriskipari, frá.
Undirtøkan millum manna er sum heild sera lítil fyri at bjarga tí føroyska rossinum, og tískil royna tey nú at vekja áhugan hjá fólki fyri hesum serliga rossaslagi. Og fyri at gera eitt hugnaligt og stuttligt familjutiltak, hevur Andrias Reinert bjóða seg til at sýna fram tær føroyksu gæsnar og dunnurnar, ið hann eigur. Og harafturat fáa børnini eisini møguleikan fyri at ríða á rossinum, tó í teymi.
Fólk kunnu koma til tiltakið nú í vikuskiftinum, leygardagin og sunnudagin frá klokkan 14.00 til klokkan 18.00.
- Um fólk vilja vita meira um føroyska rossið ella um Felagið Føroysk Ross, eru tey vælkomin at vitja heimasíðu okkara, www.rossid.com, sum tvær tvær ungar gentur í felagnum hava gjørt, sigur Anna Louisa Joensen at enda.










