Føroyskir danmarksmeistarar

Katrin Olsen og Sigrid Svartá vunnu um vikuskiftið DM í rógving

Eftir at tær fyri stuttum tóku lut í HM kappingini í rógving fyri fýrarar uttan róðurskvinnu, var tað DM-heitið í double-scullara, sum stóð upp á spæl hjá teimum báðum føroysku kappróðrarkvinnunum leygardagin.
Sigrid og Katrin hava áður róð í hesum bátaslagnum, so talan var ikki um nakað fremmant fyri tær báðar, og tað stóð eisini skjótt greitt, at tær fóru at verða tungar at syfta hjá mótstøðuni.
Tað var heldur eingin, sum stóð teimum báðum kurl. Ikki minni enn 18 sekund vóru á muni, tá bátarnir komu á málið, so har var hvørki tørvur á málfoto ella øðrum fyri at gera av, hvør vinnarin var.
Eisini tóku tær lut í kappingini fyri áttarar. Her var eisini Katrin Rubek Nielsen við á bátinum, sum so sjálvandi eisini taldi fimm danskar róðrakvinnur. Men her gekst ikki eins væl. Av teimum fýra bátunum, sum tóku lut í kappingini, endaðu føroysku kvinnurnar aftast, men sum so tóktist hetta tó ikki vera nakað, sum tær harmaðust serliga nógv um, tá Útvarpið fekk orðið á tær leygardagin. Ikki minst tí tær millum lítið og einki hava vant í hesi bátastøddini.

Mynd: Sigrid og Katrin
Tær báðar, Sigrid Svartá og Katrin Olsen, fingu enn eitt heiðursmerki til goymsluna, tá tær leygardagin í stórum stíli vunnu DM-gull í double-scullara