Føroyskir dagar á Stokkseyri

Eitt lið, ið telur 14 tónleikarar og dansarar fór í morgun við Atlantsflogi til Íslands, har tey skulu verða við til føroyskar dagar, ið skipað verður fyri á Stokkseyri. Talan er um sjey tónleikarar og sjey fólk, sum skulu skipa fyri føroyskum dansi.

Framførslurnar byrja longu í kvøld, tá Jógvan Hansen hitar upp til dansin, har Jens Marni Hansen spælir. Øll trý kvøldini verða styttri innsløg við Simma, føroyskum dansi og harmonikudansi.

Í morgin verður byrjað við einnum fótbóltsdysti millum føroyskar og íslendskar tónleikarar. Dysturin verður klokkan 15.

Tónleikurin byrjar klokkan 19, tá Angelika Nielsen og Kristian Blak framføra »Heygar og Dreygar«, sum er jazz-kendur tónleikur.

Klokkan 20 hevur Simme jubileumskonsert í sambandi við, at tað eru liðin 50 ár síðani Simme á fyrsta sinni var í Íslandi og spældi.

Klokkan 21 framføra Angelika Nielsen, Kristian Blak og Hilmar Joensen »Álvarstakk«, og klokkan 22.30 verður »Ólavur Riddararós« kvøðin. Dansurin við Terja Rasmussen og Paula Magnussen verður aftaná.

Sunnudagin verður byrjað við Matiné í kirkjuni á Stokkseyri við Angeliku Nielsen og Kristian Blak klokkan 11.30.

Klokkan 15 verður skipað fyri einum »Syngið við«-tiltaki við Simma, Jens Marna Hansen, Terja Rasmussen og Kim Hansen. Føroyskur dansur verður klokkan 16.

Endabresturin verður um kvøldið, tá Kim Hansen skipar fyri dansinum, ið byrjar klokkan 22.

Tónleikararnir á ferðini eru Angelika Nielsen, Kristian Blak, Terji Rasmussen, Kim Hansen, Simme Jacobsen, Jens Marni Hansen, Pauli Magnussen og Kolbein Simonsen. Eisini spælir Hilmar Joensen, sum annars er ein av teimum sjey dansaranum, harmoniku.