Seinnu árini er vorðið siðvenja í Ólafsvík, at halda føroyskar dagar. Fýra ár á rað hevur hetta fyribrigdi nú verið og í ár var tað 29. og 30. juni, at hátíðin var hildin.
Tað eru føroyingar, vágbingar, á staðnum, við Finn Gærdbo á odda, ið hava tikið stig til føroysku dagarnar.
Føroyski bólkurin Tvilight er gamal í garði, eisini tá um føroysku dagarnar í Ólafsvík ræður. Teir hava verið við síðani byrjan. Og tað var júst væl útgjørdi og snotuligi bussurin hjá Tvilight, ið var karmur um ferðina, ið hesaferð, umframt Tvilight, taldi góðar føroyskar einstaklingar og bólkin Hans Jacob og Vinmenn.
Alt dansivinarligir tónleikarar, ið røkka út um palleggina og lættliga fylla eitt hvørt dansigólv. Umframt nevndu bólkar, luttóku Nicolina av Kamarinum, Regin Jacobsen og Erling Berg.
Umframt tónleikararnar, var ótal av føroyingum við Norrønu, ið skuldu somu leið, nevniliga til Ólafsvíkar til føroyskar dagar.
Koyr á
Ferðast ein við Norrønu, so skal meira enn ein vika setast av til íslandsferð og einki forgjørt er í tí, tí Ísland er stórt og vakurt land. Føroysku dagarnir eru tó bert eitt vikuskifti, so nógv tíð er til avlops til at hyggja seg í kring. Her skal tó ikki nøkur long ferðafrásøgn skrivast, men mest sigast um dagarnar í Ólafsvík. Vit lata myndirnar standa sum ferðafrásøgn, tí myndir kunnu sum kunnugt siga meira, enn túsund orð.
Stórur partur av íslandsferð, er at koyra. Liðið av føroyskum tónleikarum legði leiðina eftir norðurlandinum, fyri síðani at halda heimferðina eftir suðurlandinum. Soleiðis vórðu dagarnir nýttir til eina ferð kring Ísland, við øllum teim kendu ferðamálunum í huga.
Guð er føroyingur
Tvilight hava roynt ferðina áður, sum sagt, og tá bussurin sást rulla inn í Ólafsvík hóskvøld, var tað, sum kom lív í og føroysku dagarnir vóru nærri.
Sum áður, so var eisini hesaferð dýrdarveður júst hesar dagarnar, føroysku dagarnir vóru. Í fjør settu bløðini spurningin, hvørt Guð var føroyingur, tí veðrið vísti seg at vera so gott, hvørja ferð føroyskir dagar vóru.
Í ár kundu íslendingar ikki annað enn staðfesta, at Guð er føroyingur. Veðrið var av tí allar besta. Ikki fyrr enn sunnudag seinnapart, komu fyrstu droparnir av himni. Men tá var veitsluhaldið av og kanska vóru hetta tár, ið nú vættu íslendska vøllin.
Í fýra ár hava føroyskir dagar verið árliga í Ólafsvík. Tað eru føroyingar á staðnum, við Finni Gærdbo og Tórgrími á odda, ið hava tikið stig til tiltakið. Eitt tiltak, ið hevur vundið uppá seg, má sigast.
Ólafsvík er lítil og vøkur bygd. Á stødd sum Gøta ella Porkeri, verður mett. Meta vit so, at eini 500 til 1000 fólk búgva á staðnum, so er lætt at hugsa sær økingina í veitsluhaldium, ið byrjaði í smáum, tá tað í ár komu eini 7000 ? 9000 vitjandi í góðveðrinum. Úr øllum ættum komu jeepar ? nógvir við hjólum, sum sjálvt Regin Vágadal hevði ógvast við - við vognum aftanfyri. Jú, íslendingar ferðast eftir ølum at døma í egnum landi.
Og lætt er at skilja, at slík lítil bygd verður vend á høvdið, við slíkari øking í fólkatalinum nakrar fáar dagar.
Flott
Hóast tað er sum at koyra um Hestin til Sumbiar, faldað við fimm, eftir eyr- og grúsvegi, at koma til Ólafsvíkar, so heldur hetta ongum aftur hesar dagar, føroyskir dagar eru. Og ikki bert íslendingar koma. Hópur av føroyingum býr jú í Íslandi, og mangir teirra nýta høvið at hitta vinir og kenningar og fáa sær ein bita av føroyskum, tí tað er eisini partur av tilboðunum føroysku dagarnar, umframt ein ella tveir swing-om eftir føroyskum tónum.
Fríggjakvøldið leiktu Hans Jacob og Vinmenn á fullsettari bryggju. Klokkan 24 var fýrverk og er tað fyrstuferð, at so ljóst hevur verið undir skjótan av fýrverki, at ein hevur sæð rekettrestir koma niðuraftur av himni, var semja um í føroyska hópinum.
Leygardagin undirhildu Nicolina og Regin, á harmoniku, undir setanini av døgunum.
Leygarkvøldið leiktu Tvilight í sera stásiliga bygdarhúsinum í Ólafsvík. Húsini eru fyri stóran part eru reist við sjálvbodnari arbeiðsmegi og tað er skilligt, tí so stásilig hús høvdu verið annars verið ov kostnaðarmikil fyri slíkt smápláss, má væntast. Eini hús, ið eru minni enn Norðurlandahúsið, men sum annars eru í sama stíli og ikki standa nógv aftanfyri. Slíkan bygning kunnu føroyskir býir og bygdir enn ikki bjóða.
Væl eydnaðir vóru dagarnir aftur í ár. Og tiltakið størri enn nakrantíð. Óivað eitt tiltak, ið er komið fyri at verða. Eitt tiltak, ið er voksið so nógv, at fyrireikararnir neyvan vistu hvat teir gjørdu, tá teir byrjaðu. Men tað er bert at fegnast um.
Eitt tiltak, ið minnir um eina føroyska stevnu, tá hon er best. Men hóast hetta, er innihaldið serstakt, og nakað, ið fólk koma langa leið eftir.
Tá sunnudagurin leið, hvurvu eisini tjøldini, vognarnir og jeeparnir., Og eisini føroyska ferðalagið í bussinum hjá Tvilight setti kós. Í regninum sunnukvøld gekk leiðin til Reykjavíkar. Har gingu nakrir dagar og síðani helt bussurin á heimleið eftir suðurlandinum.
Dagar, har kendu ferðamálini í Íslandi fingu vitjan. Sum sagt skal her ikki skrivast long ferðafrásøgn, men í stuttum kann nevnast Perlan, Kringlan, Fjørðukráin, har nøkur vórðu kosin víkingar og fingu pappír upp á tað, Gullfossur, Bláa Lóni, Geysir, Tingvøllir, Seljalandsfossur, har ein kann ganga inn undir, Vatnajøkul og so framvegis. Njótilsi og stórfingin náttúra.
Éftir koyring í tímavís á degi og nátt, lá Seyðisfjørður og Norrøna fyri framman í dýrdarveðri. Á heimleið, eftir strævnan, men góðan túr.
Næsta ár eru aftur føroyskir dagar í Ólafsvík, so longu nú er tíð at hugsa seg um, tí talið av fólki, ið leggur leiðina til Ólafsvíkar føroysku dagarnar, er vaksandi.