Hetta eru spennandi dagar hjá føroyska bridgelandsliðnum.
Føroyska landsliđiđ í bridge luttekur í vikuskiftinum í fyrstu almennu kappingini um DM í online bridge.
Sigast má at landsliđiď hevur staðið seg væl, tí føroyingar hava lagt seg á odda nú innleiđandi kappingin næstan er komin í helvt. Í annađkvøld endar innleiđandi kappingin, og fýra tey ovastu liđini skulu sunnudagin spæla hálvfinalur og finalu.
Á føroyska landsliđnum eru: Bogi Simonsen, Arne Mikkelsen, Dánjal Pauli Mohr, Árni Dam, Pól Egholm og Allan Dal Christiansen