Føroyskir boksarar luttaka í morgin á sokallaðari breiddarstevnu í danska býnum Helsinge. Umframt teir 10 boksararnar, sum skulu í dyst, so eru eisini tríggir venjarar við.
Á ferðini, sum byrjaði í gjár, fer føroyska ferðalagið eisini á vitjan hjá danska boksifelagnum, Nykøbing F Bokseklub.
Føroysku boksararnir luttaka í níggju sokallaðum diplomdystum, meðan ein skal í ein veruligan amatørdyst. Tað er Tróndur Djurhuus Kjærbæk.
Við á ferðini eru:
Martin Meng, venjari
Nurland Malaikev, sekundant/cornerman
Jógvan Joensen,sekundant/cornerman
Teitur Jákupsson, diplomboksari
Kristian Eli Joensen, diplomboksari
Levi Høgnason Hammer, diplomboksari
Jonathan Hayfield, diplomboksari
Jonathan Malaikev, diplomboksari
Tróndur Djurhuus Kjærbæk, amatørboksari
Sólrun Bjarkadóttir Magnussen , diplomboksari
Barbara Dahl Jacobsen, diplomboksari
Jenny S. Wardum, diplomboksari
Andreas Dam Poulsen, diplomboksari