Bankaserfrøðingur greiðir frá marknaðunum og tilgongdini.
Framløga hjá Bjarne Jensen í Miðlahúsinum, kl. 19.30 hóskvøldið tann 19. apríl
Enn einaferð gevur Miðlahúsið eitt munandi íkast til samfelagskjakið í Føroyum. Í sambandi við einskilijingina av Føroya Banka hevur rokmikið kjak tikið seg upp um ætlaðu tilgongdina við at børsskráseta bankan. Fleiri ferðir hava bæði politikkarar og journalistar eftirlýst óhefta serfrøði til at skilja ímillum skitt og kanel, og at svara ósvaraðu spurningunum um sølu yvir børsin ella beinleiðis til strategiskan keypara. Miðlahúsið hevur nú fingið fremsta óhefta bankaserfrøðingin í Danmark at koma til Føroya at lýsa málið. Bjarne Jensen hevur sína egnu ráðgevingarfyritøku, sum m.a. útgevur eitt mánaðarligt tíðarrit, nevnt Bankinfo, sum burturav fæst við at greina roknskaparlig viðurskifti í norðurlendskum bankum. Í donskum fjølmiðlum verður Bjarne Jensen javnan brúktur sum óheftur serfrøðingur, tá evni úr fíggjarheiminum verða viðgjørd. Bjarne hevur sjálvur hollar starvsroyndir frá bankaheiminum.
Umframt Føroya Banka hevur Eik Banki eisini áður boðað frá, at bankin eisini arbeiðir við at børsskráseta síni partabrøv á VMF. Sostatt fáa teir knappliga 10.000 partaeigarnir í Eik Banka og allir teir komandi partaeigarnir í Føroya Banka tørv á at vita, hvussu børsirnir virka, og hvat ein børsskrásetingartilgongd inniber fyri teirra fyritøku. Kom og blív klókari uppá bankar og børsir í Miðlahúsinum hóskvøldið klokkan 19.30
Lesið meiri um Bjarne Jensen og hansara ráðgevingarfyritøku á www.bjconsult.dk.