“Færøerne lægger jord til en kamp på finanser og design mellem to banker, der vil øge deres aktiviteter i udlandet. Et af midlerne er en ny visuel identitet...”, soleiðis byrjar grein í Børsen um tað, sum har verður rópt “Identitetskamp i Nordatlanten”. Børsen viðgerð samleikaskiftini hjá Eik og Føroya Banka. Prátað verður við bæði Johnny í Grótinum frá Føroya Banka og Marner Jacobsen frá Eik um hetta. Harumframt verður eisini prátað við Kim Meyer Andersen frá Kontrapunkt, sum hjálpti Føroya Banka við at skifta samleika, og Camillu Fredriksen frá E-types, sum rætti Eik eina hjálpandi hond, tá tey søgdu farvæl við Sparikassan.