Henrik Larsen, sum nú er venjari hjá Køge, hevur fingið tveir ungar føroyskar spælarar í hópin.
Talan er um Jónas Tór Næs og Johan V. Gunnarsson, sum á U21-landsiðnum hava røkt hvør sítt backpláss.
Køge, sum er í fíggjarligum trupulleikum, hevur í løtuni ikki loyvi at gera yrkissáttmála við spælarar, og tí er talan um áhugasáttmála, sum teir báðir føroyingarnir hava fingið.









