Tað skal ikki verða neyðugt hjá føroyskum bátum at fáa fiskiloyvi fyri at sleppa at fiska.
Tað heldur gerhard Lognberg í Javnaðarflokkinum.
Løgtingið viðgerð beint nú eitt uppskot frá landsstýrinum um at stuðla mentanarsøguligum skipum.
Ætlanin er at seta 400.000 krónur av til endamálið og Gerhard Lognberg helt, at hóast hetta er ein góð byrjan, verður tað smábýtt.
Hinvegin heldur hann, at høvdu føroyskir bátar sloppið at fiska, uttan at myndugleikarnir krevja, at teir skulu hava fiskiloyvi, kundi tað bøtt munandi um støðuna.
Tað kundi eggja fólki til at fingið sær føroyskar bátar og tað kundi elvt til, at bátasmiðir fingu meir at gera.
Hetta er ein máti at stuðla føroyskum handverki og føroyskum báti, uttan at tað kostar eina krónu, heldur tingmaðurin.
Myndin er tilvildarlig av einum bátasavni, men skjótt verður tað kanska har, ein verður noyddur at fara, skal ein síggja ein føroyskan bát.










