Á einari danskari heimasíðu fyri samkyndar menn har høvuðsendamálið er at finna ein sex-partnara, eru yvir 100 føroyingar skrásettir. Samkyndir menn vanta eftir øllum at døma eitt savningarstað í Føroyum, tí á einari danskari heimasíðu fyri samkyndar menn, eru yvir 100 føroyingar at finna.
Planet hevur verið í samband við ein av brúkarunum av heimasíðuni, og hann sigur soleiðis.
- Handan heimasíðan er einasta staði vit hava. Tað er ótrúliga trupult at hitta samkyndar menn í Føroyum, men umvegis heimasíðuna ber tað til, sigur hann.
Maðurin sigur eisini, at fáir føroyingar vita um heimasíðuna, og tískil ber tað til at halda samskifti á heimasíðuni á einum hampiligum støði. Sambært manninum er stóri vandi fyri at summi fara at nýta heimasíðuna við tí fyri eyga at happa samkynd og gera seg inn á teirra friðskjól, og hetta er eisini orsøkin til at Planet ikki upplýsir heitið á heimasíðuni.
Giftir menn nýta sex síðu
Heimasíðan er at kalla sera eins og vanligar dating/sex heimasíður, og neyðugt er hjá brúkarum at stovna sær ein profil um teir ynskja at samskifta við aðrar brúkarar. Á yvirlitinum yvir føroyskar brúkarar sæst, at størsti parturin eru menn í 30?unum og 40?unum. Maðurin Planet hevur verið í samband við sigur soleiðis.
- Eg havi verið í samband við nógvar giftar menn, sum nýta heimasíðuna sum sex amboð, tí teir eru giftir, og kunnu sostatt ikki fara út í býin at finna sær maka. Vanligt er at menn hittast úti á lítlum bygdum, soleiðis at vandin fyri at verða uppdagaðir ikki er so stórur, sigur maðurin.
Les meira um heimasíðuna í Sosialinum mánadagin.